Uttanlands

USA: Nýggi uttanríkismálaráðharrin er ein stórorðaður, harðrendur og lýðin Trump-stuðul

Mynd: EPA / SHAWN THEW

Mynd: EPA / SHAWN THEW

2018-03-13 19:46 Author image
Elisa Vang

Hann hoyrir til Tea Party-rørsluna, og hann hevur úttalað, at torturhátturin waterboarding er "innanfyri lógarinnar karmar". Tað skrivar TV2 á heimasíðu sína.


Mike Pompeo er ein fjølkønur maður, ið hevur havt eina imponerandi yrkisleið. Men framum alt er hann ein lýðin Trump-stuðul og ein stórorðaður politikari, sum minnir nógv um forsetan sjálvan. 


Soleiðis lýsir Micro Reimer-Elster, USA-kønur, mannin, sum skal loysa Rex Tillerson av sum uttanríkismálaráðharra í USA.


"Spurningurin er, um hann verður ein mini-Trump, ella um hann verður ein typa, sum fer at virka fyri at byggja brýr millum Trump og restina av heiminum", sigur Micro Reimer-Elster við TV2.


Mike Pompeo hevur ongar diplomatiskar royndir. Men hinvegin er hann ein harðrendur uttanríkispolitikari við einari klassikari konservativari meining um, hvønn leiklut USA skal hava í heiminum.

 


"Pompeo er av tí fatan, sum er rættiliga mainstream í konservativa skaranum, at USA er tjóðin, sum eingin kann vera fyri uttan, og um USA ikki hevur ein leiklut í heiminum, so gongur heimurin til grundar", sigur Reimer-Elster.


Áðrenn sína tíð sum CIA-ovasti hevðist Mike Pompeo ógvuliga nógv at kjarnorkuavtaluni, sum fyrrverandi forsetin, Barack Obama, gjørdi við Iran.


Hann heldur, at Iran-avtalan er vánalig og bara til fyrimuns fyri Iran. Á hasum økinum er hann samdur við Trump. 


Haraftrat leggur hann ikki fingrrnar ímillum viðvíkjandi Norðurkorea.

"Meiningarnar hjá Pompeo eru vorðnar eitt sindur hóvligari, men hann legði út við, at mann skuldi fara eftir einum valdsstýrisskifti, altso, beinleiðis at hvølva stjórnina", sigur Reimer-Elster.


Mike Pompeo fer frá at vera ovasti í amerikansu fregnartænastuni, CIA, til at skula tekna uttanríkispolitikkin hjá USA.


Fatanin um, at hann er ein harðrendur maður, sum er herbúgvin og óvikiligur, framgongur av nógvum av lýsingunum av honum.


"Pompeo hevur eina beinharða tilgongd til uttanríkispolitikk, har heimurin antin er svartur ella hvítur. Ikki ólíkt mátanum, sum Trump sjálvur sær heimin", hevur Ilan Goldenberg, sum er granskari á Center for a New American Security, fyrr sagt í samrøðu við Bloomberg-tíðindastovuna.


54-ára gamli Mike Pompeo er republikanari og fyrrverandi limur í Umboðsmannatinginum í Kansas. Hann hellir til tann ógvuliga konservativa vongin av republikanska flokkinum, Tea Party-vongin.


Hann er fyrrverandi yvirmaður í herinum og er útbúgvin á virðimetta herakademinum, West Point, og var tann besta í sínum árgangi. Pompeo fór úr herinum eftir fimm ára tænastu - uttan at hava verið sendur í kríggj - og fór síðan at lesa løgfrøði á Harvard.


Síðan stovnaði Mike Pompeo, sambært AFP-tíðindastovuni, sína egnu fyritøku í Wichita, Kansas. Hann varð í 2010 valdur inn í Umboðsmannatingið við eitt nú fíggjarliga sterkum stuðulum í oljuídnaðinum.


Í januar í 2017 varð hann settur sum stjóri í CIA. Hagani hevur hann arbeitt seg upp eftir, og er vorðin ein partur av kjarnanum í Hvítu Húsunum. Millum annað hevur Pompeo ofta tikið sær persónliga av dagligu kunningunum frá CIA til Trump.


Og Trump dámar væl mátan, Pompeo handfór kunningarnar uppá, sigur Jesper Steinmetz, korrespondentur í USA hjá TV2.


"Hann ballar einki inn, sum hann sigur. Hann brúkar ikki akademisk hugtøk. Hann brúkar heldur ikki óneyðuga nógvar nuansur", sigur hann.


Mike Pompeo hevur sambært bretsku tíðindastovuni BBC fyrr stuðlað systematiska eftirlitinum av dátum, sum trygdartænastan NSA hevur staðið fyri - og hann er ímóti at fangalegan á amerikansku herstøðini í Guantánamo skal niðurleggjast.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður