Ítróttur

Torkil krassjaði tvær ferðir og megnaði ikki at fylgja við

Torkil krassjaði tvær ferðir og megnaði ikki at fylgja við

Torkil Veyhe (savnsmynd: Team Virty Cycling)

2018-04-15 20:22 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyski úrvalssúkklarin Torkil Veyhe hevur havt úr at gera við at luttaka í súkklukappingum á evropeiska meginlandinum við professionella danska súkklufelagnum, Team Virtu Cycling, har fyrrverandi danski Tour de France-vinnarin, Bjarne Riis er ein av bakmonnunum. 

Seinastu fimm dagarnar hevur hann verið við í fronsku kappingini, sum eitur Tour du Loir et Cher E Provost. 

Men hesaferð hevði føroyski súkklarin trupult at fylgja við teimum fremstu, og tað skyldast, at hann var við í ikki færri enn tveimum óhappum, sum gjørdi, at hann havði so mikið av pínu, at hann ikki kundi fylgja við teimum fremstu, men valdi ístaðin at arbeiða fyri liðfelagar sínar so leingi hann orkaði, og annars bara syrgja fyri at koma á mál innan fyri tíðarmarkið. 

Sigast má, at uppgávan eydnaðist til fulnar, tí Team Virtu vann kappingina í Fraklandi, tí Asbjørn Kragh Andersen fór við samlaða sigrinum. 

Í døgunum 6. til 8. apríl luttóku Torkil og lið hansara í kappingini Circuit des Ardennes International, har Torkil stóð seg væl, og bert var ein góðan hálvan minutt aftan fyri vinnaran, tá samanum kom. Sami Asbjørn Kragh Andersen koyrdi eisini væl, og endaði á sjeynda plássi. 

- Tann kappingin var var heldur tyngri enn eg hevði roknað við. Har vóru fleiri fjøll enn eg vanliga klári, men tað eydnaðist mær at vera við í fyrsta bólki hvønn dag, greiðir Torkil Veyhe frá. 

Kanska tað er ein forkláring upp á at úrslitini ikki vóru so góð, tá farið var í holt við enn eina kapping, hesaferð í fimm dagar, eftir bert tveir hvílidagar. 

- Eg skuldi halda meg til, og vita um eg kundi fáa eitt úrslit, men so var eg innvolveraður í krassji bæði á fyrsta á triðja teini, kom eitt sindur illa fyri í tí seinna, og misti tí nógva tíð. Tíbetur hava vit aðrar súkklarar, sum kláraðu seg framúrskarandi í hesi kappingini. 

- Eg havi roynt at hjálpt teimum tað eg kundi, hóast eg ikki var 100 prosent væl fyri. Tað er heilt natúrligt, at teir súkklararnir, sum ikki eru í toppformi, verða ”brúktir” fyri at hjálpa liðfeløgunum, eitt nú tá skermast skal av fyri vindi og tílíkt, greiðir Torkil frá. 

Torkil fortelur, at hann um páskirnar eisini var við í einum krassji í kappingini Limbourg Classic í Hollandi. Tá fekk hann ein stoyt í høvdið. 

Á fyrsta teininum í kappingini nú í farnu viku var hann við heilt fram móti endaspurtinum, tá hann endaði í einum døtti. Tíbetur náddu teir at bremsa somikið, at ferðin var ikki tann stóra. Torkil lendi á høgru lið og kendi eitt sindur av pínu har. 

Hann misti tí knappar tríggjar minuttir á fyrsta teini. Í øðrum teini kom hann á mál saman við teimum fremstu, men á triðja teini var hann aftur blandaður inn í eitt óhapp, og kom á mál saman við teimum seinastu. 

- Óhappið hendi í einum svingi, har ein annar súkklari fór í panikk, klikti seg úr pedalini og rendi beinið inn í mítt hjól, so eg lendi rættiliga hart á vinstru síðu. Eg fekk rættiliga ilt í knæið. Súkklan brotnaði, so eg mátti upp á eina eyka súkklu. Síðani fallið havi eg havt pínu, havi sovið illa og eri eymur í báðum síðum, greiðir Torkil Veyhe frá. 

Men hann gjøgnumførdi fimm daga kappingina, kom á mál sum tann næstseinasti í dag, og endaði samlað sum nummar 112 av 117, sum gjøgnumførdu, 28,56 minuttir eftir liðfelagan, sum vann kappingina. 

- Nú gleði eg meg til at fáa nakrar frídagar og koma meg ordiliga aftur, so eg eri væl fyri til komandi kappingarnar. Vónandi kann eg fáa okkurt persónligt úrslit eisini, sigur Torkil Veyhe. 

Hann skal súkkla onkrar dagskappingar í Danmark komandi tíðina. 3. til 6. mai gongur leiðin til Fraklands aftur, tá hann skal súkkla Rhône-Alpes Isère Tour. Eftir tað gongur leiðin til Noregs, menn enn er støða ikki tikin til, um Torkil skal súkkla Tour of Norway, ið er 16.-20. mai ella Tour des Fjords, sum er 22.-24. mai.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður