Glyvursnes: Vita ikki hví spreingingin kendist so ógvuslig

(Skýggjamynd av filmi hjá kvf.fo)

Glyvursnes: Vita ikki hví spreingingin kendist so ógvuslig

2018-04-17 08:52 Author image
Ingi Samuelsen

Enn er ongin forkláring funnin uppá hví spreingingin í grótbrotinum á Glyvursnesi fríggjakvøldið gjørdist so ógvuslig, at hon hoyrdist og merktist fleiri kilometrar burtur. 

- Tað undarliga við øllum er, at menninir hjá okkum úti á arbeiðsplássinum ikki merktu nakað óvanligt við hesi spreingingini. Tað var ikki fyrr enn telefonirnar fóru at kima, at teir gjørdust varugur við, at spreingingin upplivdist øðrvísi enn allar hinar spreingingarnar, vit hava gjørt harúti. 

Tað sigur Eyðfinnur Lenvig, sum er projektleiðari hjá J&K Petersen Contractors, sum stendur fyri arbeiðinm á Glyvursnesi og útfyllingini av nýggju havnini á Skansagrynnuni. 

Eyðfinn Lenvig greiðir frá, at skotið fríggjadagin á ongan hátt var øðrvísi enn eitt annað væleydnað skot, teir skutu nakað fyri páskir. Nøgdin og slagið av spreingievni var tann sama, skotið var bert nakrar metrar longur inni í fjallinum. 

Í gjár var ein fundur hildin saman við umboðum fyri arbeiðseftirlitið og jarðfrøðingum fyri at gjøgnumganga hendingarnar. Men ongin niðurstøða kom á fundinum hvat orsøkin var til, at spreingingin upplivdist so ógvuslig. 

Ongin mátari er í Føroyum í løtuni, sum mátar jarðfrøðiligan aktivitet, kom fram á fundinum. Eitt mátitól stendur á Sornfelli, men tað er óvirkið í løtuni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður