Heimatíðindi

Spenningur um pensjónsnýskipanina

Spenningur um pensjónsnýskipanina

(Savnsmynd)

2018-04-19 14:17 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag viðgerð løgtingið pensjónsnýskipanina. Talan er um aðru viðgerð, og harvið skal tað atkvøðast um málið fyrstu ferð í dag. 

Talan er um sjey lógaruppskot og broytingar, sum verða viðgjørd undir einum. Men sjálvur løgtingsformaðurin hevur í dag lagt eina bumbu undir ætlanina hjá samgonguni. 

Sum nakað óvanligt hevur Páll á Reynatúgvu lagt inn eitt broytingaruppskot til aðru viðgerð av tí eina málinum, tað, sum snýr seg um at hækka pensjónsaldurin stigvíst yvir fleiri ár úr 67 upp í 68. 

Páll á Reynatúgvu hevur fyrr grundgivið fyri, at hann við støði í sínum royndum sum praktiserandi fysioterapeutur ikki kann taka undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður. 

Hann hevur tí lagt eitt konkret uppskot fram um at taka henda part burtur úr pensjónsnýskipanini. 

Andstøðan á tingi tekur heldur ikki undir við at pensjónsaldurin verður hækkaður og hevur tikið hædd fyri tí í teirra tilráðingum, sum liggja í álitunum frá trivnaðarnevndini. 

Aksel V. Johannessen hevur undir viðgerðini á tingi í dag greitt frá, at tað er neyðugt, fyri at tryggja haldførið í skipanini, at fígging verður funnin fyri hækkaðu pensjónini. Og hetta verður gjørt við at pensjónsaldurin í 2025 verður hækkaður til 67 ár og seks mánaðir. Og frá 2030 at rokna verður hann aftur hækkaður við einum hálvum ári upp á 68 ár. 

Sagt upp á ein annan máta, verður pensjónsaldurin 67 ár galdandi fyri fólk, sum eru fødd áðrenn 1. juli 1957. Pensjónsaldurin er 67 ½ ár fyri fólk, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962. Og pensjónsaldurin er 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 31. desember 1962.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður