Heimatíðindi

Enski vinnukavarin Gemma kom illa fyri í Føroyum

Enski vinnukavarin Gemma kom illa fyri í Føroyum

Mynd: Dark Water Exploration

2018-04-23 14:21 Author image
Leif Láadal

Tað, sum skuldi vera ein kanningarferð til Føroya, endaði í einum sorgarleiki, tá Gemma Smith og systir sjeik hennara blivu ákoyrdar av einum manni, sum fekk eitt dánilsi við róðrið og seinni doyði. Nú stríðast Gemma og føroyski sjeikur hennara, Bogi Krossteig, við at fáa øll tryggingarviðurskiftini í lag, tí Gemma verður ikki arbeiðsfør næstu tvey árini, verður mett.


Í Dimmalætting og á Dimma+ á heimasíðu okkara siga vit hesaferð søguna um virkna og virda vinnukavaran Gemmu Smith úr Onglandi, sum kom illa fyri, tá hon varð ákoyrd 14. mars í Jónas Broncksgøtu í Havn.


Niðanfyri er brot úr longri grein í blaðnum:


Tað var mikudagin 14. mars klokkan 17.30, at óhappið hendi. Gemma og systir Boga, Barbara, gingu eftir gongubreytini niðarliga á Jónas Broncksgøtu í Havn. Tær vóru farnar at keypa okkurt leskiligt til seinni um kvøldið, tá ætlanin var at hava filmskvøld heima hjá Barbaru og teimum.

Meðan tær ganga eftir gongubreytini, hendir tað óvanliga, at ein maður missur vitið í bili sínum og rennur fyrst inn í ein húsavegg og so á tær báðar.

– Eg minnist einki frá hendingini, og heldur einki, sum hendi næsta samdøgrið ella so, fortelur Gemma, sum Bogi og eg hava við okkum á Facetime úr Devizes í Onglandi.

Tað, sum tey bæði vita, er tí tað, sum Barbara kundi greiða frá, tí hon kom ikki so illa fyri sum Gemma. Barbara brákaði tó trý rivjabein og fýra teir niðastu geislarnar í rygginum. Sambært Barbaru, so var bilurin bara brádliga har. Tær báðar kláraðu ikki at gera nakað fyri at sleppa undan, og Gemma kom somikið illa fyri, at hon varð slongd inn í ein steyra, eftir at bilurin rakti hana. Høvdið kom í steyran og hon fekk nógvar snuddir í andliti, innaru bløðingar og heilaskjálvta. Hon fekk harafturat skaða í nakkan, breyt halabeinið, brákaði mjødnina, fekk smávegis skaðar í annað beinið og breyt hitt.

Maðurin, sum koyrdi bilin, ið rendi á Gemmu og Barbaru, kom ongantíð til vit aftur, og hann doyði seinni um kvøldið á Landssjúkrahúsinum. Júst hvat hendi, er ikki heilt greitt enn, tí politifrágreiðingin er ikki liðug.

Í dag situr Gemma í rullistóli, men væntar at kunna ganga við høkjum um nakrar mánaðir. Tó er alt ikki, sum tað skal vera við høgra beini, sum hevur hug at stoyta frá sær stálplátuna.

At arbeiða sum vinnukavari krevur góða heilsu, og tí skal Gemma koma serliga væl fyri seg, áðrenn hon fær kavað aftur. Læknarnir meta, at tað kunnu ganga millum 18 og 24 mánaðir, áðrenn hon er somikið birg, at hon kann fara aftur til arbeiðis sum kavari.

Gemma er ikki tryggja so væl heimanífrá, so hon fær ikki nakran pening í Onglandi ta tíðina hon nú ikki fær arbeitt. Tí hava hon og Bogi heitt á ein føroyskan sakførara um at kanna, um tað ber til at fáa samsýning fyri minsta arbeiðsinntøku frá føroysku tryggingini, sum tryggjaði bilin hjá manninum, sum rendi á hana.


Øll greinin um Gemmu kann lesast HER, um tú hevur Dimmu+ hald.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður