Heimatíðindi

Óhoyrt at skatta borgaran við afturvirkandi kraft

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-04-24 16:48 Author image
Ingi Samuelsen

Minst tríggir fyrrverandi fíggjarmálaráðharrar og ein løgmaður høvdu fingurin á lofti í eini seinastu roynd at forða fyri, at løgtingi áleggur borgarunum skatt við afturvirkandi kraft. Men líka lítið hjálpti. Uppskotið varð samtykt við samgonguatkvøðunum fyri og andstøðuatkvøðunum ímóti. 

Talan var um eitt av uppskotunum í pensjónsnýskipanarpakkanum, nevniliga broytingarnar í løgtingslógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sum nú skal yvirtaka tann partin av pensjónini, sum fyrr hevur verið nevnd grundupphæddin. 

Óhoyrt
Uppskotið snýr seg m.a. um at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta úr 2,25 prosentum til 2,5 prosent og aftur til 3 prosent frá 1. januar 2019. 

Trupulleikin er, at hækkingin til 2,5 prosent er galdandi frá 1. januar í ár. Og sostatt er talan um eina álíkning við afturvirkandi kraft. 

Tað vóru tríggir fyrrverandi fíggjarmáaráðharrar á einum máli um, nevniliga Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Karsten Hansen úr Miðflokkinum (sum situr á tingi sum eykamaður fyri Jenis av Rana). 

Teir kallaðu málið fyri óhoyrt, og fingu eisini dyggan stuðul frá fyrrverandi løgmanni, Kaj Leo Holm Johannessen. 

- Tað hevur ikki verið góð siðvenja at áleggja borgarunum skatt við afturvirkandi kraft. Tað er ikki hent fyrr, varð staðfest. 

Ligið leingi í tinginum
Kristina Háfoss vísti málinum aftur. Um so er, at hetta ikki var í tráð við lóggávuna, so hevði málið verið víst aftur av umsitingini hjá løgtinginum. Tað er tað ikki, vísti landsstýriskvinnan á. 

Kristina Háfoss greiddi tinginum frá, at málið varð lagt fram 15. desember í fjør at koma í gildi frá 1. januar at rokna, og at tað einki óvanligt er í tí. 

Hon vendi kanónini móti løgtinginum aftur og vísti á, at tað er drúgva nevndarviðgerðin, sum er orsøk til at uppskotið ikki verður endaliga samtykt fyrr enn nú. 

Ikki eykarokning, men regulering
Kristina Háfoss vísti á, at tað tó ikki verður talan um at senda skattaborgarunum eina eyka rokning fyri tey 0,25 prosentini, tey nú skulu rinda afturat til Samhaldsfasta fyri januar, februar, mars og apríl. 

- Stýrið fer nú at hækka útgjaldið og regulera inngjaldið. Inngjaldið fyri restina av árinum verður so tillagað sambært hækkingini, sum var galdandi frá nýggjárinum, segði Kristina Háfoss. 

Andstøðutinglimir øtaðust um, at tað ikki var komin eitt broytingaruppskot til triðju viðgerð, tí tey hildu at samgongan hevði skilt tað óvanliga í at skatta afturvirkandi. Jørgen Niclasen setti tí uppskot fram um at beina málið aftur í nevnd, so at eitt broytingaruppskot kundi orðast. 

Hann fekk ikki viðhald í hesum, og uppskotið varð endaliga samtykt við 17 atkvøðum fyri og 10 ímóti.

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum fegnaðist á Facebook um at málið nú er samtykt. "Pensjónsnýskipanin júst samtykt við stórum meiriluta", skrivar hon á Facebook í dag (Mynd: Kristina Háfoss)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður