Heimatíðindi

Verður gott at fáa skipað viðurskifti í Mykinesi

(Mynd: hiking.fo)

(Mynd: hiking.fo)

2018-05-02 12:29 Author image
Ingi Samuelsen

- Við hesi skipanini rokni eg við, at tað kemur nógv betri skil í viðurskiftini viðvíkjandi ferðafólkastreyminum, sum kemur út í oynna hvønn dag. Ikki bert fyri ferðafólkini sjálvi, men sanniliga eisini fyri fólkini, sum búgva harúti. 

Soleiðis sigur Pól Sundskarð, gongumaður, ferðaleiðari og stigtakari og eigari av ferðafólkatænastuni hiking.fo. 

Í gjár bórust tíðindini um, at hagastýrini í Mykinesi høvdu gjørt avtalu við hiking.fo um at taka sær av at hava vaktarhald og vegleiða ferðafólkini, sum koma út í Mykines. 

Les eisini: Hiking.fo skal umsita ferðafólkastreymin í Mykinesi 

- Tað var í fjør, at hagastýrini samtyktu eina skipan við at taka pengar frá fólki, sum koma út í oynna. Eg eygleiddi viðurskiftini frá síðulinjuni og gjørdi mær nakrar tankar um, hvussu skipanin kundi betrast. 

- Tá sesongin so var av í fjør, tók eg upp samband við eigararnar, og greiddi teimum frá hvat eg helt um skipanina, og um hvussu eg helt at hon kundi betrast. Hetta fall tíbetur í góða jørð, og nú hava vit so gjørt eina avtalu, greiðir Pól Sundskarð frá. 

Vinnan skal vera burðardygg
Hann sigur, at hansara áhugi í hesum er at menna ferðafólkavinnuna, fáa hana at vera burðardygga við atliti til náttúruna. 

- At mykinesfólk velja at taka pengar frá fólki, sum vitja oynna er teirra avgerð, og ivaleyst nakað, ið ikki allir føroyingar halda vera í lagi. Men tann avgerðin má virðast, sigur Pól Sundskarð. 

Hann greiðir frá, at skipanin við vaktarfólki kemur at virka á tann hátt, at tað verða eitt til tvey fólk til staðar hvønn dag í tíðarskeiðinum frá klokkan 11 til 17 tá flest ferðafólk eru í oynni, og hesi koma at vegleiða ferðafólkunum og vera teimum til hjálpar. Bæði í bygdini og eftir gøtuni, úti í lundalandinum og í hólmanum. 

- Jú, har vera fólk í grønum jakkum, sum koma at ansa eftir og vegleiða. Eitt nú at fólk halda seg á rásunum, at tey ikki órógva fuglalívið og ikki stinga eina selfie-stong inn gjøgnum vindeyguni hjá fólki í bygdini, sigur Pól Sundskarð. 

Ferðaleiðarar og avmerktar gøtur
Skipanin í Mykinesi er í trimum. Avtalan við hiking.fo um vaktarhald er ein. Túrur við ferðaleiðara er ein onnur. Tað er eitt tilboð, sum hiking.fo hevur havt síðan byrjan. 

- Gjøgnum hiking.fo ber til at bíleggja ferðaleiðara til túrar kring allar Føroyar – eisini í Mykinesi. Hetta verður gjørt í samstarvi við fólk við lokalum tilknýti. Tað vil siga, at um tú bíleggur ein túr við ferðaleiðara, til dømis úti í Mykinesi, so fært tú ein, ið hevur tilknýti til økið og hagan og harvið stóran lokalan kunnleika, sigur Pól Sundskarð. 

Triði parturin av ferðafólkaskipanini í Mykinesi og Mykineshólmi er nakað, sum Pól Sundskarð og hiking.fo so at siga einki hava við at gera, uttan at onkur ráðgeving er givin. Nevniliga hetta við at seta upp pelar, sum vísir fólki hvar tey skulu ganga. 

- Hetta kemur at hjálpa nógv um okkara ynski um at fáa eina burðardyggari ferðavinnu. Vónandi kemur hetta aðrastaðni við. Skipanin er tann, at eigararnir nú við pelum fara at vísa ferðafólki hvussu og hvar tey kunnu ganga. Um ein ætlar sær út til vitan í Mykineshólmi, til dømis, verður víst við pílum og littum pelum, hvar gangast skal. Ein vegin út og ein annan veg inn aftur, so at fólk ikki ganga og mala um føturnar á hvørjum øðrum. Hetta er ein stórur og týðandi partur í at fáa betri og meira skipað viðurskifti í ferðafólkavinnuni og harvið gera hana meira burðardygga, sigur Pól Sundskarð. 

Avtalan millum eigararnar í Mykinesi og Pól Sundskarð er galdandi frá 1. mai og til 31. august. Pól Sundskarð sigur, at hesa fyrstu tíðina kemur hann sjálvur at vera til staðar úti í Mykinesi, men ætlanin er at gera avtalu við fólk við tilknýti til oynna at taka sær av hesum, tá viðurskiftini eru komin upp á pláss.


(Mynd: hiking.fo)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður