Heimatíðindi

Føroyskur frálandastjóri: - Gerið heldur okkurt við plastdálkingina

Føroyskur frálandastjóri: - Gerið heldur okkurt við plastdálkingina

Jens Meinhard Rasmussen (Savnsmynd)

2018-05-09 11:44 Author image
Ingi Samuelsen

Tá ráðstevnan Arctic Circle hevði sína byrjanarsetu í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í gjár, sluppu eisini nakrir føroyskir vinnulívsleiðarar at leggja fram og greiða frá teirra serfrøði innan væleydnaða vinnu í arktiska økinum.

Talan var um teir tríggjar, Atla Gregersen frá alifyritøkuni Hiddenfjord, Richard Mortensen frá skipasmiðjuni Mest og Jens Meinhard Rasmussen frá Skansi Offshore.

Meðan tveir teir fyrstu sera dugnaliga greiddu frá teirra servitan og gjørdu góða reklamu fyri teirra virksemi, fór stjórin í frálandafelagnum Skansi eitt fet víðari.

Jens Meinhard Rasmussen greiddi ikki bert frá, hvat Skansi hevur at bjóða í núverandi og framtíðar virksemi til havs í arktiska økinum.

Statslig uppgáva
Hann segði eisini, hvat hann helt, at politisku leiðararnir fyri londini kring arktiska økið áttu at gjørt, nevniliga okkurt fyri at basa stóra trupulleikanum við plastdálking.

- Eg kundi ikki lata vera nú so nógv fólk við politiskari ávirkan og valdi vóru til staðar, viðgekk Jens Meinhard Rasmussen eftir framløguna.

Og hann grundgevur:

- Tað er fínasta slag, at nógv fólk koma saman og tosa um framtíðar møguleikar í arktiska økinum. Men mær hóvar ikki, at hesi somu fólk ikki eru til reiðar at taka fatur á teir trupulleikar vit hava við at gera her og nú. Plastdálking á havinum er ein stórur umhvørvistrupulleiki, og fyrr ella seinni enda hesir plastbitlar í Arktis.

Trolarar kunnu síla plast
- Tí haldi at, at londini skuldu sett henda trupulleika meira týðuliga á dagsskránna og sett seg saman fyri at finna útav, hvussu henda avbjóðingin verður loyst.

- Tað ljóðar næstan sum tit í Skansi Offshore hava eina loysn upp á trupulleikan, spyrja vit.

- Eina beinleiðis loysn nú og her hava vit ikki, men vit hava gjørt okkum nakrar tankar, svarar Jens Meinhard Rasmussen.

- Tað er einki at ivast í, at tað skulu nógvir pengar til fyri at loysa trupulleikan. Og onkur má átaka sær ábyrgdina av at loysa henda trupulleika, tí hann loysir seg ikki av sær sjálvum. Og her tosa vit um eina statsliga uppgávu. Tað eru londini, sum taka ábyrgd av høvunum, sum mugu traðka fram og eisini seta pengar av fyri at reinsa høvini fyri plastbitlar.

- Og her haldi eg, at vit mugu gera tað soleiðis, at tað eru tey verandi skipini, sum á ein ella annan hátt skulu vera við til at fáa plastið uppaftur. Tað er ikki nøkur loysn – ikki nøkur serliga burðardygg loysn í hvussu so er – um londini nú fara at byggja skip at taka sær av hesi uppgávu. Vit eiga at finna loysnir, har verandi kapasitetur kann brúkast.

- Her hugsi eg um, at skip, sum kortini eru úti á øðrum uppgávum, kunnu gagnnýtast. Vit kundu kanska funnið eina loysn so at trolarar, sum kortini eru á økinum, kundu verið við til at síla plast úr vatnskorpuni meðan teir tóva. Um tað loysti seg hjá teimum at tikið plast úr sjónum við til lands aftur, so vóru vit komin eitt stórt fet nærri eini loysn á hesi stóru umhvørvisligu avbjóðingini, heldur Jens Meinhard Rasmussen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður