Heimatíðindi

Aftur avlop hjá Skansi Offshore

Aftur avlop hjá Skansi Offshore
2018-05-16 22:14 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast tíðirnar framvegis ikki eru tær bestu hjá skipunum, sum fáast við at veita frálanda oljuvinnuni tænastur, so eydnaðist tað Skansa Offshore samtakinum at koma úr 2017 við einum avlopi upp á 41,7 milliónir krónur.

Skansa-samtakið eigur fimm frálandaskip. Tey eru Eldborg frá 2009, Saeborg frá 2011, Sjoborg og Torsborg frá 2012 og Kongsborg frá 2013.

Eftir nøkur slak ár á hesum marknaðinum, er nú aftur ein glotti at hóma. Skansi Offshore skrivar í ársfrágreiðingini at optimisma er við at koma í vinnuna aftur eftir at oljuprísirnir eru hækkaðir, og harvið eisini eftirspurningurin eftir tænastuskipum. Síðsta heyst gjørdi eitt av skipunum í samtakinum, Sjoborg, soleiðis ein fimm ára sáttmála við Statoil. Eisini verður sagt, at øll skipini í samtakinum vóru í rakstri í 2017, men at tað er knýtt at stórari óvissu at virka á sokallaða spotmarknaðinum.

Eitt avlop upp á 41,7 milliónir krónur má metast at vera stak gott sammett við árini frammanundan, sum góvu eitt hall á ávikavist 120 milliónir í 2016 og 142 í 2015.

Úrslitið fyri 2017 er merkt av, at felagið hevur gjørt niðurskrivingar av skipunum upp á 171 milliónir krónur og eisini fingið eina skuldareftirgeving, ið gav 214 milliónir krónur í inntøkum, skrivar felagið í frágreiðingini.

Samtaksroknskapurin umfatar partafeløgini Skansi Offshore og 6. september 2006, sum hava ávikavist 10 og 120 fólk í starvi. Tilsamans rindaðu hesi bæði feløgini 53,7 milliónir krónur í lønum í 2017.

Tvey feløg hjá Justinussen familjuni, Spf. Sæborg og Spf. Sjóborg, eiga Skansi Offshore saman við norska felagnum Havila Holding hjá stórreiðaranum Per Sævik, sum eisini situr í nevndini saman við feðgunum Osmundi og Tummasi Justinussen.

Pf. Skansi Offshore eigur Pf. 6. september 2006 saman við norska Havyard Group AS hjá sama Per Sævik og íslendska Landsbankinn hf.

Ein hópur av feløgum hevur tilknýti til Justinussen-familjuna og Skansa-samtakið. Herundir feløg, sum eru virkin innan flutnings- og ferðamannavinnuna og eiga Hotel Hafnia og stóran part av Smyril Line.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður