Heimatíðindi

Alsamt meira virksemi á Sleipistøðini

Alsamt meira virksemi á Sleipistøðini

(Mynd: Google)

2018-05-17 19:24 Author image
Ingi Samuelsen

Virksemið á sleipistøðini á Kósini í Klaksvík er vaksandi. Í fjør hevði Klaksvíkar Sleipistøð næstan 30 milliónir krónur í bruttovinningi – ein munandi vøkstur í mun til árini frammanundan, tá bruttovinningurin hevur ligið um 21 til 23 milliónir.

Roknskapurin fyri Pf. Klaksvíkar Sleipistøð vísir eitt avlop upp á 3,1 millión krónur í 2017. Úrslitið er munandi betri enn árið fyri, men tó ikki eins stórt og í 2014 og 2012, tá avlopið var hægri hóast ein lægri umsetning, sæst í roknskaparyvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz.

Avlopið hetta seinasta fimm ára skeiðið hevur í miðal verið 2,7 milliónir krónur um árið.

Sleipistøðin rindaði í fjør næstan 24 milliónir krónur í lønum og smáar 700.000 krónur í skatti.

Aftur fyri góða úrslitið hava eigararnir lutað sær tilsamans eina millión krónur í vinningsbýti. Eftir eru framvegis 15,7 milliónir í eginpeningi.

Høvuðseigarar í Pf. Klaksvíkar Sleipistøð eru tvey smápartafeløg, Spf Kenit og Spf LGS.

Símun Pauli úr Konoy er nevndarformaður í pf. Klaksvíkar Sleipistøð, meðan Grímur Rasmussen og Ólavur Hansen eru nevndarlimir.

Stjóri er Frimodt Rasmussen, sum í januar mánaði varð kosin ársins leiðari innan privatu vinnuna, millum annað fyri góða úrslitið, sum Klaksvíkar Sleipistøð hevur havt seinastu árini.


Frimodt Rasmussen varð í januar kosin Ársins leiðari á Leiðaradegnum 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður