Heimatíðindi

Ein stimitúrur við Issehoved

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-05-23 16:45 Author image
Ingi Samuelsen

Á Bursatanga stendur ein kvinna og ilskast. Hevði ætlað sær út til Nólsoyar í morgun klokkan 9.30, men varð koyrd í land aftur.

- Eg fekk at vita, at túrurin ikki varð sigldur, tí tvíkiljan skuldi út í Hest. Rættiliga irriterandi at fáa at vita, serliga tá eg síggi, at hon kortini legði leiðina til Nólsoyar, áðrenn hon fór suður um Kirkjubønes, eg veit ikki hví.

- Nú havi eg mist fýra tímar, sum eg nú skal arbeiða innaftur.

Burtursæð frá hesum einstak tilburðinum, so eru tað einans jaligar viðmerkingar at hoyra, tá vit royna nýggju nólsoyarferjuna, ms Issehoved, sum fór av Bursatanga klokkan 12.30 og var aftur á Havnini um eitt korter til tvey.

Rúmligt
Skipið er snøgt innan, rúmligt, og pláss fyri 98 ferðafólkum, sum sita væl. Út til Nólsoyar eru ikki so nógv við, men tey, sum eru, lata væl at.

- Jú, hetta sær fínt út. Einasti vansi er, at túrurin tekur ov stutta tíð. Her er ikki stundir at drekka ein kaffimun, sigur ein av nólsoyingunum, og fær í sama andadrátti at vita, at tað ikki er møguligt at keypa kaffi umborð.

Tað er Svenning Borg, sum tekur sær av ferðafólkunum umborð. Hann hevur sett seg millum nólsoyingarnar at práta og skemtast. Hetta er ein lættur túrur, tí hann skal ikki krevja pengar inn.

- Skalt tú tað so á vegnum innaftur, spyrja vit.

- Nei, fólkini sigla ókeypis. Vit hava ikki fingið ferðaseðlaskipanina umborð enn. Hon kemur væntandi seinni í dag. Skipið fór í rutusigling eitt sindur fyrr enn ætlað, skilji eg á lagnum.

Svenning fortelur, at fyrsta túrin í morgun var skipið fult.

- Har vóru fleiri flokkar av barnagarðsbørnum, sum fóru út til Nólsoyar í morgun. Har var fult, men gekk sera væl, børnini sótu fitt og still á sínum plássum, staðfestir Svenning.

(Greinin heldur fram undir myndini)


Svenning Borg saman við nøkrum lokalum (Mynd: Sverri Egholm)

Líknandi ferja varð leigað í 1979
Vit spyrja Svenning, sum er suðringur, um hvør munur er á hesi tvíkiljuni og so teirri, sum sigldi til Suðuroyar og Klaksvíkar á sinni.

Jú, Svenning minnist hana væl. Hornøy æt hon. Hon var nakað størri. Kundi brúkast til suðuroyarsigling í góðum veðri, men varð ikki hildin at vera hóskilig á vetrartíð.

Landsstýrið leigaði Hornøy fyrst í 14 dagar og longdi síðan leigumálið við tveimum mánaðum á sumri 1979, so hon kundi røkja ferðafólkasiglingina til Suðuroyar og Klaksvíkar meðan Smyril var í uttanlandssigling. Hetta var meðan Tummas Arabo var landsstýrismaður við strandferðslumálum.

Ikki síðan tá hevur skjóttgangandi katamaranur røkt strandfarasigling í Føroyum.

Sera væl egnað
Túrurin til úr Havn til Nólsoyar stendur á ferðaætlanini at taka 10 minuttir við tvíkiljuni Issehoved.

- Ja, tað veldst eitt sindur um veðrið. Men tú kanst skriva, at tað tekur 15 minuttir frá tí at vit loysa á Bursatanga, til vit hava lagt at úti á Klivum.

Vit eru uppi á brúnni, har skiparin, Hallur Mohr, situr og prátar við maskinmannin Paula Joensen. Manningin á mf. Issehoved telur tríggjar, teir báðar og so Svenning Borg.

- Tá vit sigla skulu vit altíð vera tveir heruppi á brúnni, og so tekur tann triðji sær av ferðafólkunum, greiðir skiparin frá.

Higartil er Hallur Mohr sera væl nøgdur við tvíkiljuna, sum hann hevur fingið at føra meðan Ternan er á beding.

- Hetta er fínasta slag. Eg haldi at hon uppførir seg sera væl í sjónum. Eitt sera vælegnað skip, serliga til Nólsoyarleiðina.

Um hon hevði riggað á vetrartíð, torir Hallur ikki at meta um enn. Hann er tó ikki avvísandi.

- Vit hava roynt at siglt um Kirkjubønes, har var eitt sindur gjálvut, men túrurin gekk upp á stás, har var ongin trupulleiki. Hon sker seg væl gjøgnum sjógvin. Ivamálið er helst, tá tað er nógvur vindur – eg tori ikki at meta um, hvussu hon reagerar tá, sigur Hallur Mohr.

Mf. Issehoved kann sigla við 20 míla ferð tá hon røkir ferðamannasigling. Men hevur orku at sigla nógv skjótari.

- Vit hava ikki loyvi til at sigla meir enn 20 míl við ferðafólki. Skipið er heldur ikki góðkent til at sigla við ferðafólki um Kirkjubønes, sigur skiparin. Tað er tí, at ferðafólk út í Hest ikki kunnu fara av Havnini, men skulu leita sær yvir á Gomlurætt, eins og tá Teistin røkir siglingina út í Hest.

(Greinin heldur fram undir myndini)


Hallur Mohr, skipari (Mynd: Sverri Egholm)

Skipið fult
Vit leggja nú frá bryggju aftur við kós móti Havnini. Farmurin – mjólkaúrdráttir frá MBM til bæði handilin og kunningarstovuna – eru lossaðir í land. Við handakraft, og barnagarðsbørnini eru fingin umborð.

Svenning Borg hevur staðið við landgongdina og talt. Tá komið var upp á 98 mátti hann siga stopp.

Tá stóðu eini fimm-seks fólk eftir á bryggjuni, útlendingar flest teirra.

- Vit kunnu ikki lata tey standa harúti í tímavís, so vit fara út aftur eftir teimum beinan vegin, og tað fingu tey eisini at vita, sigur Svenning.

Ikki øll barnagarðsbørnini vóru so álvulig á siglingartúrinum innaftur. Onkur er eitt sindur bangin og hevur hug at lippa.

Men alt gekk upp á stás.

Á Bursatanga er umboð fyri landsins leiðslu komið at taka ímóti. Henrik Old, landsstýrismaður, situr í bláa Fiat kassabilinum hjá sær. Hann hevur kikara í bilinum, og hevur fylgt túrinum inn.

Nólsoyingarnir fóru yvir til landsstýrismannin og kundu fortelja honum, at alt sær út til at rigga væl við avloysaraskipinum, tey hava fingið.

Landsstýrismaðurin sjálvur var eitt sindur argur um, at tað ikki hevði verið pláss fyri øllum ferðafólkunum innaftur, tí ”Tórshavnar kommuna fyllir skipið við óvitum uttan at betala nakað afturfyri”.

Sí fleiri myndir: Við Issehoved til Nólsoyar

ES.
Skuldi onkur undra seg um navnið á ferjuni, so er Issehoved norðasti endi á donsku oynni Samsø. Ferjan broytti navn til Mf. Issehoved í sambandi við at hon varð sett í sigling millum Århus og Samsø. Tvíkiljan er bygd á Lindstøls Skips og Båtbygeri í Risør í Noregi í 1991, og fekk tá navnið Fosningen. Í 2008 broytti hon navn til Sogneprins og í 2016, tá hon varð seld til Danmarkar, fekk hon so núverandi navnið.


Landsstýrismaðurin tók ímóti á Bursatanga (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður