Heimatíðindi

Vespan hóttir føroysku náttúruna

Vespan hóttir føroysku náttúruna

Vespudrotning úr Havn/Jens-Kjeld Jensen.

2018-06-13 10:16 Author image
Leivur Hansen

Um 20-30-40 ár kann vespan hava havt oyðileggjandi árin á føroysku náttúruna, verður onki gjørt til tess at forða fyri hesum.

Tað stúrir Jens-Kjeld Jensen, flogkyktaserfrøðingur í Nólsoy, álvarsliga fyri.

Síðani tvey sløg av vespum fyrstu ferð vórðu skrásett í Havn í 1999, hevur vespan breitt seg út um meginpartin av landinum.

Í dag er bert eitt slag av vespum í Havn, meðan tvey sløg eru í Klaksvík.

Í Fuglafirði, Sørvági og øðrum størri bygdum í Føroyum eru vespur eisini skrásettar seinastu árini, men har er bert eitt slag í hvørjari bygd.


Fleiri vansar enn fyrimunir

– Vespan hevur eftirhondini prógvað, at hon kann hava vetursetu her, og tí mugu vit rokna við, at hon er komin fyri at vera, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum fegnast um, at hon ikki enn hevur funnið leiðina út til Nólsoyar.

Hóast fyrimunir eisini eru við vespuni, sum eitt nú er ófør at taka burtur blaðlús úr urtagørðum og av urtapottum, óttast Jens-Kjeld meira vansarnar:

– Ja, eg stúri stórliga fyri, at hon fer at hava oyðileggjandi árin á føroysku náttúruna sum frálíður, sigur hann ikki sørt hugtungur.


Fuchsia

Vespan kann – eins og skøra – lættliga beina fyri fleiri av núverandi plantunum í náttúru okkara.

– Tildømis síggja vit nú, at blóðdroparunnurin Fuchsia, sum er plantaður í mongum urtagørðum og á almennum økjum, er farin at breiða seg heilt út í hagan. Orsøkin er, at vespan elskar fuchsiair og harvið dustar teir nógv meira enn fyrr. Harvið koma nógv fleiri fræ, sum m.a. fuglar breiða út, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Vespan kann eisini vera villa djóraheiminum til ampa við at eta ormverur og vaksin gagnsskordýr av øðrum slag, sum t.d. blómuflugur, ið fyrr dustaðu upprunaligu føroysku blómurnar.


Kann bera sjúkur

Vespan kann eisini bera sjúkur t.d. við fyrst at seta seg á hundaskarn fyri at taka skordýr og síðani flúgva inn í handlar, har hon etur av vørunum.

Vespan kann nevniliga eta bæði køkur, rátt kjøt og fisk!

– Men ber til at basa vespuni?

– Neyvan. Men tað eigur avgjørt ikki at halda myndugleikunum aftur í at gera sítt ítarsta til tess at minka um vandan fyri, at hon sleppur at hóreiggja sær, sum hon vil. Neyðugt er at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin og seta fyribyrgjandi tiltøk í verk til tess at bjarga føroysku náttúruni, eru álvarsomu ráðini frá flogkyktaserfrøðinginum í Nólsoy.


Humlan

Eisini tann minni skaðiliga humlan hevur fingið fótafesti í Føroyum seinastu árini, eftir at hon fyrstu ferð í nýggjari tíð varð skrásett í Runavík í 2009.

Hon hevur síðani breitt seg um allan Skálafjørðin, og er eisini skrásett í Suðuroy, Skopun, Vágum, Kollafirði, Hósvík og Hvannasundi.

– Bert tíðin fer at vísa, hvørja ávirkan humlan fer at hava á føroysku blómurnar, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Tvey sløg eru av humlu í Føroyum – húshumla og akurhumla.


Skrivar vísindaliga grein

Jens-Kjeld Jensen er saman við Sjúrði Hammer granskara í løtuni í ferð við at skriva eina vísindaliga grein um vespuna í Føroyum, síðani hon kom higar og fram til dagin í dag.

Ætlandi verður greinin prentað í einum altjóða vísindaligum tíðarriti.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður