Heimatíðindi

Vann yvir 400 milliónir fyri at selja ognarlutin í Ruth

Vann yvir 400 milliónir fyri at selja ognarlutin í Ruth

Ruth verður tikin upp á beding í Havn. Hetta er gamla Ruth, sum nú er heimahoyrandi í Føroyum og eitur Norðingur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-06-13 11:10 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyingurin Ole Nattestad í Hirtshals sum til fyri umleið tveimum árum síðani var ein av eigarunum í uppsjóvarskipinum Ruth og sum í fleiri ár hevur ført skipið, hevur vunnið sær fitt av peningi aftur fyri at sleppa sær burtur úr felagnum, sum eigur Ruth.

Tað skrivar danski netmiðilin finans.dk

Miðilin hevur hugt í roknskapin hjá felagnum Sjey ApS, sum Ole Nattestad eigur, har har sæst, at felagið í 2017 vann yvir 450 milliónir krónur.

Tað er fyrr komið fram, at ósemja hevur verið millum reiðaran Gullak Madsen úr Kvívík og so skiparan Ole Nattestad, sum stóð til at skula taka yvir leiðsluna í reiðarínum.

Ósemjan førdi við sær, at Gullak Madsen í desember í 2015 brúkti møguleikan at keypa Ole Nattestad úr felagnum.

Les eisini: Ósemja millum føroyskar reiðarar í felagnum Ruth

Roknskapurin hjá Sjey ApS avdúkar nú, at sølan av partabrøvunum hevur givið Ole Nattestad og hansara íløgufelag ein vinning upp á góðar 450 milliónir krónur og at eginognin í felagnum nú er á góðar 600 milliónir krónur, skrivar finans.dk

Tað var í 2006, at Ole Nattestad saman við hinum skiparanum á Ruth keyptu seg inn í felagið hjá Ruth við einum triðingi í part. Triðji maðurin varð keyptur úr felagnum fyri nøkrum árum síðani. Í 2015 boðaði Gullak Madsen so frá, at ætlaða ættarliðsskiftið til Ole Nattestad ikki kundi koma upp á tal, og seinni kom fram, at Ole Nattestad varð keyptur úr.

Reiðaríið hjá Ruth er ein av allarstørstu aktørunum í donsku uppsjóvarvinnuni. Felagið eigur 10 prosent av øllum fiskikvotum í Danmark, skrivar finans.dk.

Miðilin greiðir frá, at ósemjan í reiðarínum hjá Ruth er farin fram uttan at serligt uppmerksemi hevur verið um tað. Í ársfrágreiðingini hjá Ruth fyri 2016 kemur fram, at ein kanning er sett í verk av málinum. Danska ’selskabsloven’ gevur einum eigara – her Ole Nattestad møguleika fyri at kanna umsitingina av einum felag.

”Kanningin varð gjørd av eini uttanhýsis ráðgevingarfyritøku. Í sambandi við avhending av partabrøvum á vári 2017 fall kravið um gransking burtur”, verður sagt í roknskaparfrágreiðingini.

Leiðslan valdi tó at gera fáa kanningina gjørda: ”Frágreiðingin hevur ongar atfinningar av leiðslu felagsins ella av øðrum viðurskiftum”, skrivar leiðslan í roknskapinum hjá reiðarínum Ruth.

Júst hvussu nógv Gullak Madsen hevur goldið fyri ognarlutin hjá Ole Nattestad kemur ikki fram, men skiparin kundi bókføra eitt avlop í felagi sínum upp á 453 milliónir krónur, ella 400 milliónir krónur meira enn árið fyri.

Roknskapurin hjá Sjey ApS

Roknskapurin hjá Rederiet Ruth A/S

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður