Heimatíðindi

Ber væl til at hava seyðin úti alt árið

Ber væl til at hava seyðin úti alt árið

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-06-14 09:30 Author image
Leivur Hansen

– Tað verður av og á ført fram, at tað er djóraetiskt óforsvarligt at lata seyðin ganga úti um veturin, men eftir okkara meting ber væl til at hava seyðin úti alt árið.

Tað sigur Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni.

– Síðani 2012 hava vit vigað allan seyðin hjá okkum fleiri ferðir um árið, og tað er við úrslitunum av hesum kanningum, at eg undirbyggi mína meting, sigur hann.

Endamálið við at viga seyðin er júst at fáa hagtøl til vega, sum vísa, hvussu støðan hjá føroyska seyðinum er gjøgnum árið.


Ærnar best fyri um heystið

Skrásetingarnar hjá Búnaðarstovuni vísa, at ærnar eru best fyri frá august til november. Vektin minkar so frá november til februar-mars, og veksur so aftur.

Í apríl viga ærnar serliga nógv orsakað av burðinum.

Miðalvektin sveiggjar úr uml. 54 kg í november til 43 kg í mars, t.e. ein vektarmunur upp á 20-25%.

Skrásetingarnar vísa eisini, at ærnar tyngjast heilt til tær eru sjey ára gamlar. Tað er rættiliga stórur munur á t.d. einari veturgamlari og einari sjey ára gamlari ær.

– Tað hevur týdning at vita um hetta við atliti til, nær og hvussu seyðurin skal fóðrast, sigur Rólvur Djurhuus og leggur aftrat, at tað eisini hevur týdning hjá djóralæknum at kenna vektina, tá teir skulu ávísa heilivág, tí tørvurin á heilivági er eftir kropsvekt.

– Okkara seyður gongur úti alt árið, og við atliti til skrásetingarnar ber eftir okkara tykki væl til at hava seyðin úti um veturin. Treytin er, at hann hevur atgongd til lívd og verður fóðraður, tá kavi er, umframt seinastu vikurnar undan lembing, sigur landbúnaðarráðgevin á Búnaðarstovuni.


Skanna fostrini

Búnaðarstovan hevur eisini gjørt íløgu í ein fosturskannara og fingið ein mann upplærdan at nýta hann hjá einum íslendskum serfrøðingi.

– Vit skanna allar ærnar um kviðið í februar mánaði, og tá fáa vit at vita, um ærin er geld ella um hon gongur við einum ella tveimum – ella trimum – fostrum. Aftan á skanningina kunnu vit býta ærnar í bólkar og fóðra eftir tørvi, tí tørvurin er ymiskur, um ærin gongur við 0, 1, 2 ella 3 fostrum, greiðir landbúnaðarráðgevin frá.

Búnaðarstovan fer eisini út til bóndur at skanna og skannar nakrar túsund ær um árið.

Umframt til seyð kann skannarin eisini nýtast til neyt og ross.


Skannaðu 176 ær í februar

– Vit vóru á fjalli í Heygshaga í februar í ár og skannaðu allar ærnar, 176 ær. Úrslitið vísti, at átta vóru geldar, harav fimm gjólingar, 112 gingu við einum lambi, meðan 56 ær høvdu tvey lomb. Sostatt kundu vit sambært skanningini vænta okkum 224 lomb ella 1,27 lamb upp á ærina, gjólingarnir íroknaðir, greiðir Rólvur Djurhuus víðari frá.

Síðsta vetur vóru allar 29 tvæveturærnar og allir 31 gjólingarnir inni frá 7. november og fingu súrhoyggj eftir matarlysti og kraftfóður.

– Sambært skanningini kunnu vit vænta 67 lomb undan teimum 60, sum eru fóðraðar inni ella 1,12 lamb upp á ærina. Hinar ærnar vóru úti og fingu kraftfóður frá 7. november til 10. januar. Úrslitið av skanningini samanborið við undanfarin ár vísti, at tvæveturærnar geva nógv fleiri lomb, nú tær verða fóðraðar inni.


Seyðasýningar
 

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni.

– Seyðamenn eru heilt ómetaliga áhugaðir í seyðasýningunum, og tað møta yvir hundrað mans upp á Búnaðarstovuni, tá úrslitini av landsseyðasýningini verða kunngjørd, sigur landbúnaðarráðgevin.

Seyðasýningar eru liður í aliarbeiðnum, har høvuðsendamálið er at finna fram til lýtaleysan seyð, sum hevur øll tey eyðkennir, sum føroyskur seyður hevur.

– Tað er av stórum týdningi í okkara marknaðarføring av seyðakjøti, at vit kunnu “branda” hetta sum nakað serføroyskt, leggur Rólvur Djurhuus dent á.


Eplaroyndir

Á hvørjum ári ger Búnaðarstovan eisini royndir við nýggjum og eldri eplasløgum fyri at vita, hvørji vaksa best her. 

Eplini verða sett niður í tvær veltur, eina flagveltu á Miðgerði í Kollafirði og eina moldveltu á Sandi.

– Grundað á úrslitini gera vit á hvørjum ári tilmæli um, hvørji eplasløg vaksa best. Tilmælið verður kunngjørt á heimasíðu okkara saman við myndum av teimum einstøku eplasløgunum. 

– Hesi tilmæli kunnu nýtast av fólki, sum velta epli, og somuleiðis av teimum, sum selja setepli, sigur royndi kollfirðingurin á Búnaðarstovuni. 

Í fjørvár vóru 15 ymisk eplasløg við í royndunum. Úrtøkan var nakað minni enn vanligt orsaka av nógvum grasi og ógrasi.

Eplaslagið Cimega var nr. 1 í fjør bæði í mold- og flagveltuni.

Til flagveltu mælir Búnaðarstovan til at brúka hvítu eplini Cimega, Folva, Markies, Carolus og reyðu eplini Oleva og Esmee.Til moldveltu: Linata og tey somu sum til flagveltu.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður