Heimatíðindi

Grágásin oyðileggur grasvøksturin í bønum

Grágásin oyðileggur grasvøksturin í bønum
2018-06-14 15:39 Author image
Leivur Hansen

Bøur, sum er friðaður fyri grágás, gevur munandi meiri úrtøku enn bøur, har gásin sleppur framat.

Tað vísa kanningar, sum Búnaðarstovan gjørdi frá 2013 til 2015.

Fyrsta árið á nýsáddum bø var samlaða úrtøkan 14.591 kg av turrevni/ha á friðaðu økjunum og 9.605 kg, har gásin sleppur til.

Annað og triðja árið var munurin minni.

Loyvi at skjóta varð givið í 2014.

Sambært skrásetingunum hjá Búnaðarstovuni vórðu 47 grágæs skotnar hetta árið. Í 2015 var talið 266 og í 2016 217.

Ikki øll tøl fyri 2017 eru komin Búnaðarstovuni í hendi enn.


Trupulleiki síðani áttatiárini

Grágásin tók at nørast í Føroyum í 1980-unum.

Áðrenn hetta var hon sera sjáldsom.

– Okkurt hendinga par var at síggja um várið og heystið og altíð langt burtur frá fólki og bygdum øki, greiðir Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi frá og heldur fram:

– So við og við gjørdist hon naskari og fór at leggjast í bøin, serliga væl taðaðan bø við nógvum grasvøkstri. Seinast í 80-unum byrjaðu bøndur so smátt at merkja trupulleikarnar av gæsnum, tí tær elva til peningaligan miss, sigur landbúnaðarráðgevin.

Serliga hava tað verið mjólkneytabøndurnir, sum hava merkt sviðan. Teir hava allir tørv á nógvum grasi og taða tí bøin væl. Nógvir sláa sama stykki tvær ferðir sama ár – onkuntíð tríggjar ferðir.

Tá Búnaðarstovan fór undir sínar royndir í 2013, var grágásin friðað, og bøndur sóknaðust eftir einari broyting í fuglaveiðilógini, sum kundi geva teimum loyvi til at skjóta eftir gæsnum, tá tær vóru í bønum, fyri at styggja tær út í hagan.

Hetta loyvið fingu teir frá løgtinginum í 2014, grundað á tøl frá royndunum hjá Búnaðarstovuni.


Royndirnar

Royndirnar vórðu gjørdar hjá Jógvani Joensen á Sandi á bø, sum var friðaður fyri seyð alt árið.

Rólvur Djurhuus greiðir soleiðis frá:

– Skrásetingarnar vardu í trý ár, frá 2013 til 2015, á tólv royndarpuntum á tveimum stykkjum. Helvtin av teimum vórðu girdir við 60 cm høgum høsnahegni og tráður spentur yvir, so gæsnar ikki sluppu til puntin. Hin helvtin varð avsett við einum lítlum pinni í hvørjum horni, soleiðis at gæsnar høvdu fría atgongd til puntin.

– Samstundis sum bóndin slerdi bøin, varð grasið í royndarpuntunum eisini sligið. Tað bleiv vigað nýsligið, síðani turkað í ovni, til øll vætan var farin úr og so vigað aftur. Síddin á grasinum á bønum varð máld nakrar ferðir, eins og samansetingin av grassløgum.

– Nýggi bøurin varð sligin tvær ferðir í 2013. Hini árini varð hann sligin eina ferð um árið. Eldri bøurin varð sligin eina ferð um árið øll royndarárini.

– Í prosentum gav friðaði bøurin 52 prosent meira fyrsta árið, 24 prosent annað árið og 21 prosent triðja árið.

Á tí eldra bønum var munurin 17 prosent í miðal fyri tey trý royndarárini.


Trupulleikin minkaður

– Trupulleikin av gás er framvegis stórur, men tó munandi minni enn fyrr, tí at nú ber lættari til at halda teimum burtur frá bønum við at skjóta, sigur Rólvur Djurhuus.

– Tilsamans eru 32 loyvir útskrivað, t.e., at hesir 32 hava skotið 15 gæs í part tey tvey árini 2015 og 16. Tað er 0,6 gás í miðal í part um mánaðin, men tað er munur á, hvussu nógv, hvør skjýtur. Tann, sum hevur skotið mest, hevur skotið í miðal 4,4 gæs um mánaðin, upplýsir landbúnaðarráðgevin.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður