Mentan

Ein countrysangari við nærum kongaligari tign

Ein countrysangari við nærum kongaligari tign
2018-06-14 18:55 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er ein sangari við allar hægstu tign innan sína sergrein, sum leygarkvøldið trínur á pallin hjá Sørvágs Country & Bluesfestivali á Dungasandi í Sørvági.

Carlene Carter má metast at vera tað størsta, sum higartil er hent hjá festivalinum, ið nú um vikuskiftið verður hildin á sjeynda sinni. Hon er fødd til at vera eitt listafólk á kongaligum støði orsaka av sínum upphavi.

Og tað er ikki bara tí, at hon er fosturdóttir ein tann mæstasta av øllum á country-himmalinum, Johnny Cash (1932-2003). Føroyar hava enntá havt vitjan av biologisku dóttur hansara, Rosanne – hon vitjaði ikki á countryfestivalinum, men sang eina konsert á Vaglinum á ólavsøku í fjør.

Les eisini: Rosanne spjaddi stjørnudust yvir ólavsøkuna 

Countryfestivalurin í Sørvági hevur fyrr havt vitjan av børnum hjá countrylegendum. Í 2016 vitjaði Georgette Jones, sum er dóttir úrmælingarnar George Jones (1931-2013) og Tammy Wynette (1942-1998).

Les eisini: Georgette heiðrar foreldur síni á Dungasandi í kvøld 

Hóast gesturin á festivalinum í ár ikki er veruliga dóttir Johnny Cash, so er hon tó av kongaligum bergi brotin, tá tað kemur til søguligar persónar innan countryheimin.

Carlene Carter er fødd í 1955 sum elsta dóttir June Carter (1929-2003) og einasta barn hon fekk við fyrsta manni sínum, Carl Smith (1927-2010).

Carl Smith var ein av teimum stóru countrysangarunum tá, og hevði sína stórheitstíð í fimmtiárunum og nakað inn í sekstiárini við minst 30 løgum á top10 hjá Billboard.

Carl Smith giftist June Carter í 1952, men tey vórðu sundurlisin í 1956 tá Rebecca Carlene Smith var einans ársgomul. Tá hon sjálv fór at syngja tók hon eftirnavnið hjá mammuni, tí tað liggur ein serligur dámur og tign í Carter-navninum.

Carter familjan verður mett næstan at vera upprunin til countrytónleikin. Tá undangongumaðurin og slóðbrótarin, Ralph Peer í 1927 leitaði eftir tónleikabólkum til sínar upptøkur av siðbundnum amerikanskum tónleiki, var familjan Carter millum tey fyrstu, ið hann tók upp á band. Talan var um hjúnini A.P. og Sara Carter, sum sungu saman við Maybelle Carter, ið var gift við bróður A.P.’s, Ezra.

The Carter Family gjørdust tær fyrstu countrystjørnurnar í heiminum, ikki minst í tá døturnar hjá Maybelle og Ezra, Helen, June og Anita, gjørdust ein fastur partur av bólkinum.

Og fyri at gera søguna stutta: Henda June er mamma Carlene, sum nú kemur til Sørvágs, og sum seinni giftist við Johnny Cash, og – sambært fleiri frásøgnum – var kvinnan, ið fekk Johnny Cash á rætt kjøl eftir at hann var komin út í nærum óføri orsaka av rúsevnamisnýtslu.

Tá Carlene sjálv byrjaði at upptraðka av álvara, hevði hon tikið sær eftirnavnið hjá mammuni, men sang tó ikki siðbundið country eins og forfedrarnir. Tað var meira tátíðarinnar poppur við einum twisti av rokki.

Hon var eisini øll áttatiárini gift við enska framleiðaranum Nick Lowe, sum ikki júst er nakar cowboy’ari, tá tað kemur til tónleik, men reindyrkaður rockari, nakað ávirkaður av punkinum eisini, ið herjaði um ta tíðina. Lowe, sum hevð framleitt fyri Elvis Costello, stóð eisini fyri fleiri av fløgunum, sum Carlene gav út í áttatiárunum.

Tá hjúnabandið við Lowe kólnaði og slitnaði í 1990 kastaði Carlene sín alsk á Howie Epstein (1955-2003), bassleikaran í The Heartbreakers, orkestrinum hjá Tom Petty. Tað var eisini hann, sum framleiddi plátuna ”Little Love Letters”, sum kom út í 1993, og er hennara best umtókta.

Tað er á hesi plátuni, at vit finna ”Every Little Thing”, sum Carlene Carter skrivaði saman við Al Anderson, og sum hevur fylgt henni síðan, sum størsta hitt hennara, ið hon ikki sleppur undan at syngja á konsertum sínum.

Hóast tónleikurin var rokkutur, var hann alla tíðina ávirkaður av country-upprunanum hjá Carlene, og hon hevði eisini nøkur siðbundin løg við á fløgunum hetta tíðarskeiðið.

Ikki altíð líka væl eydnað, sum tað t.d. kann upplivast á fløguni ”Musical Shapes”, framleidd av Nick Lowe, frá 1980, har hon tulkar stóra hittið hjá mammuni ”Ring of Fire” á ein hátt, ið var betri ógjørdur – hoyrt við nútíðar oyrum.

Eitt dømi um siðbundnan countrytónleik hoyrist eitt nú á fløguni ”Little Act of Treason”, har hon syngur eina duett saman við pápa sínum, Carl Cmith:

Eftir hetta kom ein langur støðgur í hennara útgávum. Móttøkan av teimum seinastu plátunum hevði ikki verið so væl eydnað, og lívsleiðin hjá Carlene tyktist at ganga niður á bakka. Hon kom í trupulleikar við rúsevnum, og nógv hóvasták varð gjørt burturúr, tá hon og Epstein vórðu fongslað í New Mexico í einum stolnum bili og rúsevnum umborð.

Carlene kom fyri seg aftur, og comebackfløga hennara frá 2008 við sigandi heitinum ”Stronger”, varð væl móttikin. Hon hevur sjálv skrivað alt tilfarið á teirri fløguni.

Í 2014 kom so fløgan ”Carter Girl”, har Carlene fer aftur í familjugoymsluna, og gevur út eitt savn av gomlum Carter Family sangum í sínum egnu útgávum. Carlene er við at vera um tey seksti árini í aldri, og tað roynir hon ikki longur at fjala, heldur ikki stóru líkheitina hon hevur við mammu sína, June.

Ein av góðu sangunum á hesi fløguni er ein nýggj innspæling av einum sangi, sum hon sjálv skrivaði í 1990, ”Me and the Wildwood Rose”, sum er bygt á størsta hittinum hjá Carter Family, ”Wildwood Flowers”, og har Carlene fortelur um upprunan hjá sær sum ein Carter Girl.

Her hoyrist sangurin í eini konsertupptøku frá sama ári:

Seinast vit hoyrdu frá Carlene á fløguøkinum var í fjør, tá hon var partur av útgávuni hjá einum eldri rockara, John (Cougar) Mellemcamp. Carlene hevur ein stóran leiklut á hesi fløguni, bæði sum viðsangari og lagskrivari.

Carlene Carter hevði eisini ein leiklut á fløguni, sum hálvbróðir hennara, John Carter Cash, gav út fyrr í ár, har ymsir lagsmiðir hava sett løg til tekstir hjá Johnny Cash, ið ikki givnir út fyrr. Talan er um vakra sangin sum Johnny skrivaði til konu sína, mammu Carlene, ”June’s sundown”.

Johnny Cash og June Carter Cash spældu í síni tíð inn eitt lag hjá Carlene. Eitt óalmindiliga vakurt kærleikslag, sum Carlene sjálv vistnokk aldri sjálv hevur innspælt:

 

Leygardagin spælir Carlene Carter á Dungasandi í Sørvági við egnum orkestri. Konsertin er sett at byrja klokkan 22.

Skráin fyri Sørvágs Country og Blues Festival 2018  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður