Mentan

Føroyar í illveðri leiktjald til altjóða mótamyndir

(Mynd: Jákup Sørensen)

(Mynd: Jákup Sørensen)

2018-06-17 19:30 Author image
Ingi Samuelsen

Mikudagin og hósdagin í vikuni, júst sum ein summarstormur herjaði oyggjarnar, vórðu Føroyar vitjaðar av einum hópi av altjóða mótafólkum, ið vóru komin higar at gera nakrar mótamyndir, sum í komandi framtíð skulu kunngerast í amerikansku útgávuni av mótablaðnum Vogue, og eisini brúkast í marknaðarátaki í sambandi við mótavikuna í Paris í hesi vikuni.

Tað var kanadask-vjetnamesiski fotografurin, Tommy Ton, sum hevði drigið liðið hendanvegin.

Tommy Ton hevur vitjað í Føroyum fyrr. Tað var í august mánaði í fjør, tá norðuratlantssamstarvið Nora hevði fingið hann higar at vera dómari í átakinum fyri burðardygga klædnaframleiðslu úr havsins tilfeingi, Blue Fashion Challenge, ið varð hildin á Öström.

Umframt at vera dómari, skuldi Tommy Ton eisini taka myndir av klædnapløggunum, sum vórðu framleidd til kappingina. Nógv munnu kennast við myndirnar, ikki minst myndina av vinnarabúnanum hjá Sissal K. Kristiansen.

Byrjaði við Blue Fashion Challenge
Tá Tommy Ton fór úr Føroyum tá, boðaði hann frá, at hann avgjørt fór at koma aftur at taka myndir. Hann var so hugtikin av føroysku náttúruni, at hon skuldi brúkast aftur til mótamyndir.

Og nú kom hann so aftur. Við sær hevði hann tveir aðrar fotografar, ein sniðgeva, ein stílist, stjóran fyri klædnamerkinum, ið skuldi fotograferast, og so eina modell.

Jákup Sørensen, sum dagliga arbeiðir hjá Nora og skipaði fyri Blue Fashion Challenge í fjør, stóð, við Ernst S. Olsen og Sissal Kristiansen, fyri at samskipa vitjanina í Føroyum hesaferð.

Klædnamerkið, sum skuldi marknaðarførast, eitur Devaux New York, eitt merki, ið framleiðir ’high-end’ klæði í dýrara endanum av prísskalanum.

Tommy Ton metti, at ráa føroyska náttúran og avbjóðandi veðrið hóskaði seg væl til ráa ’street’-stílin, sum Devaux New York roynir at fáa fram. Myndirnar úr Føroyum skulu eisini brúkast í marknaðarføringini fyri merkið, sum verður í Paris komandi vikuna, tá mótavika er fyri mannfólkamóta.

Fólkini handan Devaux fullu beinanvegin fyri myndunum hjá Tommy Ton úr Føroyum. Til dømis hava tey longu brúkt eina mynd hjá Ton, sum hann tók í dunganum av trolburturkasti hjá Kósavirkinum í fjør á heimasíðu síni.

Veðrið ein áhugaverd avbjóðing
- Vit iðraðu okkum um, at veðrið var so vánaligt júst teir dagarnar, tey vitjaðu okkum. Men soleiðis uppfataðu tey tað als ikki. Tey tóku veðrið sum eina sera áhugaverda avbjóðing, greiðir Jákup Sørensen frá.

Tey koyrdu runt í Føroyum at vitja spennandi støð at taka myndirnar. Men upprunaligu ætlanirnar vóru als ikki lættar at halda, tí so hvørt sum komið var um eina sýn, sóðu gestanna eygu okkurt, sum tey vildu royna at brúka sum bakgrund fyri eina mótamynd, og so fingu bilarnir boð um at støðga.

Myndir vórðu tiknar m.a. í Bø og Gásadali. Við Tíggjará í Kaldbaksfirði og við Mannafelsdal og Brynjumannaborð uppi við Oyggjarvegin.

- Vit vóru so heppin esini at sleppa inn á økið hjá Vónini, har tey hava sítt nóta- og trolburturkast liggjandi, og tey vóru sera spent um at sleppa at fotografera har, greiðir Jákup Sørensen frá.

Hann greiðir frá, at útlendsku fotografarnir sóðu stórar avbjóðingar við at sleppa at fotografera í føroysku náttúruni.

- Tey síggja spennandi motiv í mjørkanum og regnfullu náttúruni. Men eisini í tað ídnaðarliga. Vilja taka myndir saman við trolum, bobbens, rustaðum ketum og lemmum.

Fleiri avbjóðingar eru við at taka slíkar mótamyndir í náttúruni. Eitt nú máttu tey hava ein dieseldrivnan generator til streym við sær, so at tey kundu strúka og dampa klæðini sum skuldu fotograferast.

Hetta verður neyvan seinasta ferðin hjá Tommy Ton til Føroya. Jákup Sørensen sigur, at kanadiski stjørnufotografurin hevur boðað frá, at hann ætlar sær at koma aftur. Hann hevur ynski um at fotografera á serligum støðum, sum tað krevur meira enn eina løtu at fáa loyvi til, sigur Jákup Sørensen.

Sí eisini: Myndir: Blue Fashion myndirnar hjá heimskenda Tommy Ton


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)


(Mynd: Jákup Sørensen)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður