Heimatíðindi

Hjalsbúnaðir ostar og turkaðar skinkur

Hjalsbúnaðir ostar og turkaðar skinkur
2018-06-23 11:20 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast osturin ikki er framleiddur í Føroyum, so ber til at ditta sær at kalla ostin fyri Múlaost, tí tað er í Føroyum, og bert í Føroyum, at osturin fær sín heilt serliga smakk, sum ikki kann upplivast aðrastaðni.

Í fleiri ár hava Johan Mortensen og onnur eksperimentera við at turka góðskuostar í føroyskum hjallum fyri á tann hátt at styrkja og betra um serliga smakkin.

Í samstarvi við John Gynther og aðrar úrmælingar innan ostaframleiðslu hjá danska Arla Unika, er danskur dygdarostur lagraður í føroyskum hjallum, og verður nú marknaðarførdur undir navninum Múlaostur.

Tað hevur stundum verið møguligt at fáa henda ost í handlum, men í løtuni fæst hann einast á serliga ostaborðinum á matstovuni Áarstovu í Havn, har hann verður borðreiddur saman við ostunum Høgelundgaard og Rød Løber frá Arla Unika saman við dadlusúltutoyi við sjerri, sum kokkarnir gera sjálvir og keksum úr hørfræ og lakaðum vínberjum.

Hjallarnir í Norðuroyggjum verða eisini av somu fólkum brúktir til at turka svínaskinku, sum eisini trekkir ein heilt serligan smakk burtur úr føroyska veðurlagnum. Talan er um áleið 100 skinkur, sum nú í eitt gott og væl eitt hálvt ár hava hingið í einum hjalli á Trøllanesi.

Herfyri vórðu royndir gjørdar av smakkinum, og sambært Johan Mortensen, undangongumanni, er smakkurin góður. Hesar skinkur verða eftir ætlan ’leyslætnar’ sum jólaskinkur, tá árið er farið at halla.

Tá skuldi skinkurnar verið fult búnaðar og turkaðar. Men tað veldst eitt sindur um hvussu veðrið verður í heyst.

- Heystið hevur nógv at siga fyri endaliga úrslitið, og tað er vónin, at hitalagið í oktober fer at liggja um 7 stig við fitt av vindi, sum eru optimalu umstøðurnar til at turka skinkur, sigur Johan Mortensen.

Les eisini: Føroyska náttúran ger nakað undursamt við ostar og kjøt 

Sí eisini (bert fyri haldarar): Ostur úr hjalli gevur ein heilt serligan smakk 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður