Heimatíðindi

Koyritekniska breytin ongan góðan

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur ilt við at útvega pening til eina koyritekniska breyt. Hinvegin ætlar hann at sleppa kravinum um, at Akstovan skal hava eina millión krónur í yvirskoti um árið, eins og hann ætlar at kanna møguleikan fyri at lækka aldursmarkið fyri at taka koyrikort úr 18 til 17 ár (Savnsmynd)

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur ilt við at útvega pening til eina koyritekniska breyt. Hinvegin ætlar hann at sleppa kravinum um, at Akstovan skal hava eina millión krónur í yvirskoti um árið, eins og hann ætlar at kanna møguleikan fyri at lækka aldursmarkið fyri at taka koyrikort úr 18 til 17 ár (Savnsmynd)

2018-07-12 10:57 Author image
Leivur Hansen

Møguleikin fyri at taka koyrikoyrt sum 17 ára gomul skal kannast nærri, eins og kravið um, at Akstovan skal hava eina millión krónur í yvirskoti um árið, skal endurskoðast 

Hóast Akstovan og koyrilærarar javnt og samt hava talað og skrivað um tørvin á eini koyritekniskari breyt í minsta lagi eina hálva øld, so røkist framvegis onki fyri, at ein tílík breyt verður gjørd í Føroyum í bræði.

Líkt er als ikki til, at henda nógv saknaða breytin eigur nakran góðan í politisku skipanini.

Ið hvussu er vísa royndirnar, at øll onnur ynski á samferðsluøkinum ferð eftir ferð verða raðfest fremri.

Hetta váttar Samferðslumálaráðið eisini í svari til fyrispurning frá Dimmalætting um, nær væntast kann, at ein koyriteknisk breyt verður gjørd.

– Ein slík breyt hevði uttan iva verið við til at økt um ferðslutrygdina. Nógvu ymisku ynskini um útbygging innan samferðslu gera tó, at útlitini fyri at finna fígging til eina koyritekniska breyt eru rættiliga avmarkað, ljóðar svarið úr Samferðslumálaráðnum.

Samferðslumálaráðið upplýsir samstundis, at ráðið seinastu árini hevur fingið einstøk tilboð um øki ymsastaðni í landinum, har møguleiki er fyri at gera eina koyritekniska breyt.

Men enn eru altso ongar ítøkiligar ætlanir um at fremja hesa ætlan í verki.


Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort møguliga lækkað

Tá ferðslulógin seinast varð broytt, varð sett sum treyt, at øll sum taka koyrikort skulu hava eitt fyrstuhjálparskeið.

Hetta er sambært Samferðslumálaráðnum við til at økja um trygdina.

Fleiri av grannalondum okkara hava gjørt av at lækka aldursmarkið fyri at taka koyrikort.

Royndir úr hesum londum vísa, at tað kunnu vera ávísir fyrimunir í sambandi við ferðslutrygd, um tey ungu fáa møguleika fyri at taka koyrikort sum 17 ára gomul.

– Eg haldi, at hesin møguleikin eigur at verða kannaður nærri, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum umvegis Samferðslumálaráðið.

Hann heldur eisini, at kravið um, at Akstovan skal hava eina millión krónur í yvirskoti um árið, eigur at verða endurskoðað.

– Í sambandi við, at talið á bilum væntandi fer at økjast munandi komandi 10 árini, fer hetta at hava við sær, at arbeiðsuppgávurnar hjá Akstovuni somuleiðis fara at økjast. Brúk verður tí fyri meira arbeiðsorku, heldur landsstýrismaðurin, sum tískil heldur tað vera rímiligt at endurskoða kravið um, at Akstovan skal hava eina millión krónur í yvirskoti um árið.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður