Heimatíðindi

Undirsjóvartunlarnir renna undan restini í trygd

2018-07-15 13:28 Author image
Georg L. Petersen

Meðan tað almenna sløkkkir ljós í tunlunum, so vera undirsjóvartunlarnir javan dagførdir – tað næsta verður at skifta ljósini í Vágatunlinum í vetur fyru einar seks milliónir krónur

- Okkara undirsjóvartunlar liva ikki upp til norsku krøvini sum verða sett, tá bygt verður ídag. Millum annað skulu allir tunlar við einum halli omanfyri fimm prosent hava tríggjar breytir, men tað er eitt vónleyst krav at liva upp til hjá okkum. Men vit brúka norsku ásetingarnar sum eina vegleiðing og fylgja tí, sum ber til.

Tað sigur Uni Danielsen, sum er stjóri í tunnilsfelagnum, ið umsitur teir báðar undirsjóvartunlarnar, sum vórðu tiknir í nýtslu ávíkavist í 2002 og 2006.

Kjak hevur tikið seg upp, eftir at Dimmalætting í farnu viku kundi avdúka, at eingin føroyskur tunnil livir upp til norksu ásetingarnar um trygd, hóast teir gjørdu tað um tað mundið teir vóru bygdir. Støðan er so mikið ring, at teir í dag ikki longur liva upp til krøvini tá teir vórðu bygdir, tí millum annað eru ljósini í innkoyringini sløkt fyri at spara pening. Hetta er eitt rættiliga álvarslig sparing, um hugt verður eftur trygdini. Vandin er at bilførarar blindast eina løtu tá teir koma inn ella júst sum teir skulu út, og tað kann elva til vanlukkur.

Støðan er eisini so mikið ring og ljósini so avoldaði, at tað ikki fáast nýggjar perur ella ljósarmatur, sum tískil mugu takast úr øðrum tunlum, sum hava sama útbúnað. Millum annað eru ljós flutt úr Gásadalstunlinum í Kollfjarðatunnilin, tí einki fanst á marknaðinum.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður