Heimatíðindi

MATsmiðjan Streetfood mist loyvi at selja ræstkjøtaburgarar

MATsmiðjan Streetfood mist loyvi at selja ræstkjøtaburgarar
2018-07-18 12:12 Author image
Ruth Winther Poulsen

Fyri góðari viku síðani lat MATsmiðjan Streetfood upp ein matsøluvogn í Saksun. Tað er kokkurin Ruben Busk, sum eisini eigur fyritøkuna MATsmiðjan hjá Ruben, sum eigur MATsmiðjan Streetfood.

Á matskránni er nógv ymiskt, men tað, sum hevur fingið mest umrøðu, er ræstkjøtaburgarin. Men nú er sølan av ræsta burgaranum steðgað.

- Eg havi byrjað MATsmiðjan Streetfood, har eg havi selt ræstkjøtaburgarar, og tað hevur verið ein sera stór succes, men Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í morgun steðgað søluni av ræstkjøtaburgarunum, sigur Ruben Busk.

Tað er ræstað kjøtið, sum ikki lýkur upp til røttu krøvini, og tí hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan steðgað søluni.

- Vit hava brúkt góðkent, íslendskt lambskjøt, sum hevur hingið og ræstnað her í Føroyum. Hesum steðgaði Heilsufrøðiliga starvsstovan fyrst. Og so keypti eg føroyskt, ræst kjøt frá Poul Michelsen, men tað hevði ikki røttu góðkenningarnar, so tað er eisini steðgað her í morgun.

Nú loyvið at selja nógv umrødda burgaran er mist, eru útlitini fyri at MATsmiðjan Streetfood heldur fram, ikki góð.

- Vit hava gjørt klárt, so vit hava í hvussu er opið í dag, men tað verður uttan ræst. Ístaðin selja vit bara burgara við langtíðarstogtum lambskjøti. So tað er bara feskur lambsburgari, vit selja í dag. Vanliga selja vit bæði ein feskan og ein ræstan.

80 prosent av søluinntøkuni i í MATsmiðjan Streetfood hevur verið av ræstkjøtaburgaranum, so nú er alt grundarlagið undir fyritøkuni brotið sundur, sigur Ruben Busk. Hann sigur eisini, at tey hava roynt at funnið ræst kjøt aðrastaðni, men tað er tíverri útselt.

- Eg kann sjálvandi kanna um eg kann fáa ræst kjøt aðrastaðni frá, men um eg ikki finni nakað, so verði eg nokk noyddur at steðga fyri í ár. Eg havi havt opið í eina viku.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður