Heimatíðindi

Puk Damsgård í Føroyum: Tað er gott at koma burtur fra ruðuleikanum í Kairo

Puk Damsgård í Føroyum: Tað er gott at koma burtur fra ruðuleikanum í Kairo

Mynd: Dr.dk

2018-07-18 14:37 Author image
Ruth Winther Poulsen

Puk Damsgård arbeiðir sum tíðindafólk í miðesystri fyri DR og hevur í fleiri ár borið tíðindir frá kríggjum í miðeystri. Umframt at hava varpað frá harðast raktu kríksøkjunum í heiminum, hevur hon eisini skrivað fleiri metsølubøkur, millum annað bókina “Ser du månen, Daniel”,  sum hon í 2015 vann ein Cavlingprís fyri. Dagliga býr og arbeiðir hon í Egyptiska høvuðsstanum Kairo, men í løtuni er hon á vitjan í Føroyum. 

Spurd hví hon hevur valt júst Føroyar, svarar hon, at tað til tíðir er gott at sleppa burtur frá ruðuleikunum og resinum í Kairo.

- Eg havi valt Føroyar, tí at eg dagliga búgvi í Kairo, har tað búgva tjúgu milliónir fólk. Tað er ein fantastiskur býur, men tað er eisini ein sera rokaligur býur við nógvum ruðuleikum. So eg treingi til eitt sindur av náttúru, og eg treingi til at koma til eitt stað, har eg ikki allatíð møti fólkum og eg bara kann vála runt og har tað einasta eg møti er, intil víðari, eitt sindur av seyði! 

Hon greiðir frá, at hon hevur eitt starv, sum ger, at hon dagliga møtir og tosar nógv við fólk, og hetta elskar hon. Men so hevur hon eisini brúk fyri at koma vekk í eina viku uttan at skula fyrihalda seg til nakran.

Føroyingar hava eitt annað tempo
Puk Damsgård hevur ikki fyrr verið í Føroyum, men hon hevur hoyrt frá fleiri, at Føroyar eru fantastiskar. Tá valið stóð millum Ísland ella Føroyar, valdu tey Føroyar.

- Føroyar eru sera vakrar og serstakar. Og hetta er eitt stað, har tað bara er friður og frísk luft. Nú búgvi eg eisini í einum sera dálkaðum býi, og tá er tað fantastiskt at koma her, har húsini hava flagtekju og eg merki, at fólk her hava eitt annað tempo.

Tað er serliga tað róliga lagið, sum er nakað serligt í Føroyum, og hetta er nakað, Puk Damsgård kennir aftur frá heimstaðnum.

- Nú veit eg ikki, um tað er tí at føroyingar eisini eru á feriu og njóta feriuna, men tað er í hvussu er eitt meira bygdasligt tempo, sum eg kenni aftur frá har, sum eg eri fødd og vaksin upp á Suðursælandi. So skjótt man kemur út úr teimum stóru býunum, er tað meira róligt, og tað trongdi eg simpulthen til. Her er deiligt at vera, vit kenna okkum sera vælkomin. 

Puk Damsgård og maðurin hava einans verið í Føroyum í tveir dagar, men tó er tað ein hending, sum longu hevur sett seg.

- Av tilvild vóru vit í gjár úti og koyrdu og so endaðu vit í einari lítlari bygd við eini tveimum-trimum húsum. Familjan var við at royta seyð, tí hetta er árstíðin til tað, skilji eg á lagnum, og vit sluppu at hyggja at og síggja, hvussu hetta gongur fyri seg. Øll familjan arbeiddi og tey stóð við einum fantastiskum útsýni og royttu.

Sum nevnt, býr Puk Damsgård í Kairo, har hon sendir tíðindir frá kríggi og vánaligum liviumstøðum. Men hvussu er tað so at koma aftur til Danmarkar og Føroyar, har fólk hava eina ávísa frástøðu til kríggj?

- Tað er deiligt, og tað er nakað, eg havi tørv á. Tað er sera gott fyri meg at fara úr tí økinum, har eg búgvi og arbeiði, so eg eisini kann síggja støðuna uttanífrá. Samstundis er tað eisini sera umráðandi fyri meg at merkja, hvat danir hugsa, tá tey hugsa um miðeystur.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður