Heimatíðindi

Konan er í ørviti av penganna herligheit

Konan er í ørviti av penganna herligheit
2018-07-20 14:28 Author image
Jóanes Nielsen

Mammonsdyrkarar hava gjøgnum søguna havt sera ringt orð á sær, og ein teirra størsti kritikkari var jødin Jesus. Í Matteusevangelinum 6,24 er hann endurgivin at siga, og eg siteri orðarætt: Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon. Men tað rínur ikki við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Konan er í ørviti av penganna herligheit. Hon vil nevniliga vera við, at grundhugsjónin hjá sitandi samgongu er at gera tað meiningsleyst hjá vinnuni og øllum øðrum at tjena pengar, at tað er ein spurningur um tíð, so er landi etið upp av sosialistum.

Nýtist henni veruliga at stúra? Valla. Fyri nøkrum mánaðum síðani keyptu teir prúðu gøtumenninir bygningin hjá Bank Nordik á Oknarvegi fyri góðar 140. milliónir. Skipini hjá humørbumbuni Mortan Johannesen sigla søkklagin heim úr Barentshavinum, og the top of the pops er Harrans salvaði milliarderur Regin Jacobsen.

Glæsiligir tilburðir hava sjáldan nakað við pengar at skaffa. Nøkur hissini dømi. Navnframi filosoffurin Sokrates hevði so dánt ráð at keypa sær eitt par av sandalum. Tað var neyvan hugurin at gerast millióningur, sum fekk Victor Danielsen at týða Bíbliuna. Bara einaferð hava vit havt borgarakríggj í Føroyum. Og hví? Tí suðuroyingar undir leiðslu av Akrabergsbóndanum sýttu at rinda skatt til byggingina av Magnus-katedralinum. Teir høvdu ikki brúk fyri kulturi, lótu hánt um at kirkjubyggingin innast inni snúði seg um at menna eina felags mentan. Eg sigi ikki, at Akrabergsbóndin hevði passað inn í leiklutin sum  framsøgumaður Fólkafloksins á Tingi, men ein ávís líkheit er har. Ella tak teir, sum fyri 200 árum síðani festu kvæðini á blað. Alskur til fólk og mentan var teirra drívmegi.

Uttan iva finnast tað pengamenn, sum vilja samfelagnum væl. Tað, sum eg havi torført við at fata er, at teir vilja lata seg umboða av eitt nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon er somikið ivrigur yvirstættasleikjari, at man hoyrir hvussu  munnvatnið gurglar í hennara gapi.

Eitt sum pínir hana og hennara samsintu, er fiskivinnureformurin. Og tað var um reppið, at tað eydnaðist teimum at forkoma reforminum. Taktikkurin var við alskins illgitingum at forhálað ætlanina, sjálvt Fiskimannafelagið fingu teir í sín part.

Í Íslandi eydnaðist tað reiðarunum at fáa fiskin privatiseraðan, og á leið tað sama er støðan í Noregi. Í norsku avísini Klassekampen tann 22. juni skrivar Anders Skonhoft, samfelagsøkonomur og professari við Norges teknisk-naturvitenskablige universitet, eina grein við heitinum: En færøysk fiskeoppskrift. Farið at endurgeva nøkur brot, tí greinin so greitt lýsir, hvat fiskivinnureformurin snýr seg um:

"Situasjonen på Færøyene har lignet en del på hva som har foregått i Norge, og også på Island. Men her har det nå skjedd noe nytt i og med den nye fiskeriloven parlamentet har vedtatt. For ti år siden ble det besluttet at alle kvoterettigheder skulle ta slutt ved inngangen til 2018. Fiskeridepartementet her forteller at folket på Færøyene skal ta tilbake kontrollen og eiendomsretten over fisken. Og et nyt system ble startet opp fra 1. januar 2018.

Den nye fiskeriloven på færøyene omhandler langsiktige mål for utnyttelsen av fiskeressursene, og mål for hvordan foredlingsindustrien kan utnytte fisken. Men vigtigst i vår sammenheng er hva som sies om rettigheder og eiendomsforhold. Som tidligere skal det fastsettes totale kvoter (såkalte TAC) for de enkelte fiskeriene. I et første trinn skal så en betydelig del av totalkvotene auksjoneres bort, hvor inntektene av kvotesalget går til staten. Ressursrenten  tilfaller på denne måten fellesskapet. Kvoter selges både på årsbasis og for flere år. Kjøpere er pligtig til å bruke dem, og de kan ikke selges videre. Ubrukte kvoter går tilbake til staten.

Fiskere som ikke får kjøpt kvote gjennom auksjon vil ha tilgang til den resterende av tillatt fangstmengde, men må betale for rettigheden gjennom en ressursskatt som beregnes på grunnlag av profitten i vedkommende fiske de siste årene. Fiskere som på denne måten får rettigheder til at fiske blir garantert denne type kvotekjøb for en flere år. Dette skal sikre forutsigbarheten i fisket og forvaltningen. Den siste kvotetildelingen vil være såkalte udviklingskvoter hvor myndigheden vil stille særskilte krav ved tildelningen. Det kan her for eksempel dreie sig om å tildele kvoter i et område for å styrke næringsutviklingen".


Hugsa klaksvíkingar yvirhøvur sum Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, ella kann man kalla hana ein parlamentariskan svipsara? Allarhelst er tað seinna  tilfeldið. Problemið er bara tað, at vit hava alt ov nógvar svipsarar á Tingi. Fólk, sum skammleyst feitta fyri yvirklassanum, og sum ikki tykjast at gáa, at tað sum veruliga knúsar samfeløg og loypir rot í mentanir, tað er nettup grammleikin sum dukar í pengum.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður