Heimatíðindi

Vørn fyrireikar seg til kvotaskipan

Vørn fyrireikar seg til kvotaskipan
2018-07-21 16:06 Author image
Georg L. Petersen

Krøvini í nýggju lógini um sjófeingi eru herd, og nú hevur Vørn spent seg út við eftirlitsfólkum, sum eisini eru klár, tá kvotaskipanin kemur. Í vikuni gekk tað út yvir Næraberg, sum kann vænta sær eina munandi bót

- Eg havi ongar viðmerkingar til konkreta málið, sigur Jóhan Simonsen, deildarleiðari hjá Fiskiveiðieftirlitinum hjá Vørn.

- Men tit hava sett eygleiðarar í fast starv. Er hetta tekn um økt eftirlit?

- Tað kanst tú siga. Lógin er herd og vit mugu eisini hyggja frameftir, tá kvotaskipanin kemur í gildi, og har ein avbjóðing er útblaking av fiski, sum er bannað við lóg, sigur Jóhan Simonsen.

Tað var í vikuni, at fólk frá løgregluni og Vørn stóðu á bryggjuni í Fuglafirði, har uppsjóvartrolarin Næraberg var komin at bunkra, áðrenn leiðin skuldi ganga inn á Kollafjørð at uppskipa lastina av svartkjafti.

Orsøkin var, at Fiskiveiðieftirlitið hevði havt eygleiðara umborð á Nærabergi henda túrin, og at hann kundi staðfesta, at fiskur varð blakaður út og hetta er bannað við lóg.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður