Mentan

"MÁL" skal byrja kjak

Plakat: Jón Sonni Jensen

2018-07-22 13:00 Author image
Ruth Winther Poulsen

Ólavsøkudag letur árliga Ólavsøkuframsýningin upp. Tað er listafelagið, sum skipar fyri framsýningini, sum á hvørjum ári er í Listaskálanum í Gundadali í Havn.

 

Í ár hevur framsýningin fingið undirheitið “MÁL”. Hetta er eitt heiti, sum fyriskiparin Jón Sonni Jensen hevur hugsað nógv um.

-Eg fekk eitt ynski um, at eg gjarna vildi gera eina framsýning, sum setur eina debat á breddan. Ella í øllum førum hetta her við at samskifti, meiningar og kritikkur kemur eitt sindur meira fram í ljósið. Tað er ikki tí at eg haldi, at øll skulu traðka fram og siga sína meining, men generelt, tí at tað manglar onkur diskursur um list og upplivingar av list aftaná man hevur verið til eina framsýning.

 

Hann sigur víðari, at orðastovnurin “mál” er í nógvum orðum, sum fevna ógvuliga breitt. Hetta kann vera við til at seta tankar og hugleiðingar í ein samanhang samstundis, sum kann vera ógvuliga breiður – alt frá skrivaða orðinum til politikk, mentan, list og meira filosofiskar spurningar.

 

Sum ein liður í framsýningini, verður ein kassi settur í forhøllina, har fólk kunnu leggja lepar í við viðmerkingum ella tonkum um framsýningina. Síðani verða myndir tiknar av lepunum, sum verða lagdir út á Facebook. Soleiðis kunnu fólk siga sínar tankar um framsýningina aftaná tey hava sæð hana, sigur Jón  Sonni Jensen.

-Tað kann vera rís, tað kann vera rós, tað kann vera stikk orð, ella tað kann vera okkurt fullstendiga tilvildarligt. Tað nýtist ikki at vera relevant, tað kann vera tilvildarligir tankar um okkurt. Men tað verður ein uppliving, ein avleiðing, ein ítøkilig málsetan, at man brúkar málið hjá sær til at seta orð á nøkur ting aftaná at man hevur upplivað eina framsýning, sigur hann.

 

Kassin verður tømdur umleið triðja hvønn dag og leparnir verða lagdir út á Facebook, so at øll hava atgongd til leparnar. Tað er ein liður í at spreiða tilvildarligar tankar og breiðari hugsunarhættir út til fólkið. Tað kann enda við at man setur heilt ítøkiligar, stórar spurningar, og tað er nakað, sum er áhugavert, sigur Jón Sonni Jensen, sum dagliga arbeiðir við grafikki og við at undirvísa á Glasum.

 

Hetta er fyrsta Ólavsøkuframsýningin, sum hann skipar fyri, men hann hevur royndir við at skipa fyri listaframsýningum, millum annað hevur hann staðið fyri trimum várframsýningum.

 

Listin skal vilja nakað

Til hvørja Ólavsøkuframsýning, senda listafólk list inn, og síðani verður listin vald út. Tað kann vera ymiskt, sum fyriskipararnir leggja dent á, men Jón Sonni Jensen velur list, sum sigur nakað.

-Spurningurin er onkursvegna fyrst og fremst: Hvat vil hettar? Um man sær okkurt ítøkiliga, og man hevur eina kenslu av, at hetta vil ikki serliga nógv ella her er sum so einki meira at siga um hettar, her er einki at tosa um, her er øgiliga lítið kjøt á hesum, so er tað øgiliga stór líkindi fyri, at man ikki tekur tað við í eina framsýning. Eg haldi, at grundleggjandi skal man altíð spyrja, hvat listin vil.

 

Tað skal vera list, sum er áhugaverd og vónandi byrja kjak. 

-Eg havi onkursvegna roynt at tikið list við, sum eg haldi vera áhugaverda, og vóni, at fólk fara at uppfata sum áhugaverda og faktist tíma at tosa um og kjakast um í størri og minni mun.

 

Tjúgu listafólk fara at sýna fram á Ólavsøkuframsýningini í ár, harav tey flestu eru føroysk. Summi hevur man sæð fyrr, meðan onnur fyri fyrstu ferð trína fram á føroyska listapallin.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður