Heimatíðindi

Video: Her hevur helst eingin gingið áður

2018-07-22 16:43 Author image
Sverri Egholm

Tórik Abraham Rouah og Jógvan Ingvard Olsen vóru fríggjadagin í sonevndu Dúgvuholuni á eystaru síðu við Eiðiskoll. Tað vísti seg at opið varð ígjøgnum, og løtu seinnu komu teir út á vestaru síðu.

- Vit hava roynt hetta í hálvtannað ár og nú eydnaðist tað. Tað var nærmast av tilvild, tí upprunaliga ætlaðu vit okkum upp á risan, greiðir Tórik frá.

Í næstu viku skulu teir við ferðafólki upp á Risan, og tí ætlaðu teir at festa nakrar boltar afturat, so farleiðin niðan gjørdist betri.

- Tað svart í mjørka og vátt, so tað nyttaði einki. Men so fóru vit vestur um, og har var av fínasta veðri. Vit gjørdu so av at fara í Dúgvuholuna.

Teir vórðu síðani settir av við Kolslíð, har eystari munnin er, og byrjaðu at ganga. Hóast tað ikki var ætlanin at gera hendan túrin í holuna, so vóru teir fyrireikaðir upp á ymiskt.

- Vit riggaðu til við góðum ljósi og hjálmi, men annars ikki nakrari serútgerð.

Tað var grýtut í holuni, og vit gingu ikki skjótt. Túrurin gjøgnum holuna tók einar 10 minuttir.

- Vit høvdu sjálvandi vónað, at tað var opið ígjøgnum, men vit høvdu als ikki væntað tað. Tá vit vóru komnir umleið í helvt, sóu vit ljós hinumegin, sigur Tórik um serliga túrin teir upplivdu í fríggjadagin.

Teir hava prátað við nógv fólk av Eiði og fólk sum javnan eru í holum í Føroyum, men eingin veit um, at fólk hava gingið gjøgnum Dúgvuholuna.

Ein rúgva av dúgvum vóru í holuni, greiðir Tórik frá, og harav kemur ivaleyst navnið Dúgvuholan.

Sí video frá túrinum omanfyri.

Les eisini: Sótu og kúrdu 30 metrar uppi á Risanum í eitt heilt sjóvarfall

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður