(Mynd: Sverri Egholm)

Dimmalætting fær nýggjan blaðstjóra



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

03.11.2015 - 20:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Georg L. Petersen tekur í dag við sum ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, og samstundis tekur Eyðun Samuelsen eisini sæti í nevndini.

Hetta skrivar blaðið í tíðindaskrivi í kvøld.

Síðan blaðið kom út aftur í oktober í fjør, hevur Sveinur Tróndarson bæði verið ábyrgdarblaðstjóri og stjóri í fyritøkuni, men nú Georg L. Petersen er liðugur sum cand. public. og aftur farin í fult starv, verður leiðslan á blaðnum umskipað.

Umleggingin hevur við sær, at Georg L. Petersen fær fulla ábyrgd av redaktiónini og journalistisku linjuni hjá blaðnum, meðan Sveinur Tróndarson framhaldandi verður stjóri í fyritøkuni og hevur fíggjarliga ábyrgd av felagnum.

- Endamálið við broytingini er at leggja ábyrgdina yvir á fleiri herðar og tryggja, at vit røkka teimum málum, sum vit settu okkum, tá vit byrjaðu. Tá valdu vit at skipa okkum sum vit gjørdu, men tíðin hevur víst, at tað ikki er skilagott bæði at hava redaktionellu og fíggjarligu ábyrgdina liggjandi hjá einum persóni. Hóast felagið er nýtt og enn ikki er so øgiliga stórt, so er nógv um at fara, og tí halda vit tað vera rættari at slíta hesi ábyrgdarøkini sundur, sigur Sveinur Tróndarson. Georg L. Petersen hevur drúgvar royndir, bæði sum journalistur og við journalistiskari leiðslu. Hann fekk útbúgving sum journalistur í 1995, og hevur síðan arbeitt á Dimmalætting, bæði sum journalistur, tíðindaleiðari og blaðstjóri í nógv ár. Hann hevur eisini starvast í Kringvarpi Føroya í nøkur ár, umframt at hann, meðan hann las víðari til cand. public, arbeiddi fyri Portal.fo í umleið eitt ár.

- Eg gleði meg til uppgávuna, sum eftir mínum tykki bæði er spennandi og avbjóðandi. Tá vit í fjør fóru undir hesa verkætlanina, høvdu vit nakrar málsetningar og ætlanir, og endamálið við broytingunum er, at vit kunnu røkka teimum málum so skjótt sum tilber, sigur Georg L. Petersen. 

Samstundis sum leiðslan í felagnum verður broytt, verður nevndin eisini víðkað. Higartil hava Poul Hansen, sum er formaður, Erland Poulsen, Leif Láadal og Emil L. Jacobsen myndað nevndina, men framyvir fær Eyðun Samuelsen eisini sæti í nevndini. Eyðun Samuelsen, sum hevur arbeitt sum sølumaður í blaðheiminum síðan 2007, hevur stórt sæð verið við, síðan Dimmalætting byrjaði aftur, og hevur ábyrgd av lýsingum og øðrum í fyritøkuni, og tað fer hann eisini framhaldandi at hava.

Les eisini: Dimmalætting yvirskot