Dimmalætting sum øðrvísi netmiðil


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

21.08.2017 - 12:07

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Miðlar

Í morgun kom Dimmalætting á internetið sum ein øðrvísi tíðindamiðil, har alt tilfarið í sjálvum blaðnum verður tøkt.

Dimmalætting hevur verið á netinum seinasta árið, men alt tilfarið hevur ikki verið tøkt. Umframt at kunna lesa styttri ókeypis tilfar, ber nú eisini til at tekna serstakt nethald, sum gevur atgongd til longru greinirnar, ið higartil bara hava verið tøkar í blaðnum. Verandi haldarar av blaðnum hava eisini fulla atgongd til alt tilfarið á netinum.

Miðlabrúkarin eftirlýsir í dag tilfari, sum fer meira í dýpdina. Hetta hevur Dimmalætting tikið til sín, og tað sæst aftur á nýggju heimasíðuni, sum Dimmalætting hevur latið upp í morgun.

Síðan Dimmalætting kom á gøtuna aftur í 2014, var eitt aðalmál at framleiða øðrvísi journalistikk enn tann, sum sæst aftur í tí vanliga tíðindaflutninginum. Dimmalætting setir ikki tey vanligu mørkini fyri longd á greinum, men ynskir heldur, at øll søgan verður søgd – hetta myndar framvegis blaðið, men verður nú eisini at síggja á netinum, og tað ger Dimmalætting sum einasti netmiðil í landinum.

Vitja nýggju Dimmalætting her

Tíðindaskriv frá Dimmalætting