Mynd: runavik.fo

Dinna 25 ár á sama staði




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

19.06.2014 - 19:58

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tað er ikki óvanligt, at ein persónur starvast í langa tíð á sama staði.

Hetta fingu tey at sanna í Runavíkar kommunu mánadagin, tá eitt av starvsfólkum teirra kundi hátíðarhalda 25 ár ár á sama arbeiðsplássi.

Talan var í hesum føri um kommunuskrivaran, Dinnu Jensen, sum hevur starvast her síðani í 1989.

Mánadagin varð tí skipað fyri móttøku fyri familju og starvsfeløgum í býráðshúsunum í Runavíl til tess at heiðra og takka henni fyri øll hesi árini.

Borgarstórin, Magnus Rasmussen, nýtti her høvið at takka Dinnu fyri góða og trúgva tænastu, og handaði henni ein málning frá kommununi, skrivar heimasíðan hjá kommununi - runavik.fo.

Fleiri starvsfelagar nýttu eisini høvið at bera fram eina heilsan til hana.


Myndir frá hátíðarhaldinum síggjast her: