Diskosuppa í Reinsarínum í annaðkvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

09.01.2017 - 15:30

Mentan >

Í annaðkvøld frá kl. 17 til 20 skipar Slowfood Føroyar fyri Diskosuppu tiltaki í Perluni, har vit varpað ljós á matoyðsl.

Á, Miklagarður, Mylnan og PH Heilsøla stuðla við avlopsgrønmeti og frukt, sum vit luttakararnir í felag skera og koyra í ovurstóru suppugrýtuna.

Skiparin og kokkurin Birgir Enni av Norðlýsinum syrgir fyri, at suppan fær rætta smakkin.

Umframt leskiligu suppumáltíðina verður annað áhugavert á skránni gjøgnum kvøldið. Millum annað Olgu Biskopstø, sum er stovnari av Slowfood Føroyar, David Rodriguez, kandidatritgerð um matoyðsl í Tórshavnar kommunu og øðrum.

Tiltakið og máltíðin er ókeypis og øll eru vælkomin, ung sum gomul, siga fyrireikararnir. Tónleikur verður eisini.

Tey vitjandi verða biðin um at taka egna suppuskál og skeið. Fyrireikararnir hava knívar og skeribretti til øll.