Disney-klassikari hevði hægstu inntøku í 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

28.12.2017 - 15:32

Mentan > List > Filmslist

Fleiri stórfilmar vóru í biografunum runt heimin í 2017, har fleiri teirra vóru partar av eini røð av filmum. Eitt nú sóu vit The Fate of the Furious, Despicable Me, og Spider-Man, sum allir eru partar av eini røð av filmum.

Box Office Mojo hevur gjørt eitt yvirlit yvir teimum filmum, sum høvdu hægstu inntøku í 2017, og væl stendur til hjá Disney. Disney eigur ikki færr enn fimm av oavstu tíggju filmunum.

Hægst av øllum var Disney-klassikarin Beauty and the Beast. Við einari sera væl umtóktari Emma Watson í høvuðsleiklutinum sum Belle, hevði filmurin eina inntøku á 1.26 mia. dollarar. Sigast má, at fólk streymaðu í biografarnar at síggja filmatiseringina av kenda teknifilminum.

Teir tíggju filmarnir við hægstu inntøku vóru:

1. Beauty and the Beast – 1.26 mia. dollarar

2. The Fate of the Furious – 1.24 mia. dollarar

3. Despicable Me 3 – 1.03 mia. dollarar

4. Spider-Man: Homecoming – 880 mió. dollarar

5. Wolf Warrior 2 – 870 mió. dollarar

6. Guardians of the Galaxy – 863 mió. dollarar

7. Thor: Ragnarok – 846 mió. dollarar

8. Star Wars: The Last Jedi – 843 mió. dollarar

9. Wonder Woman – 821 mió. dollarar

10. Pirates of the Caribbean: Dead Men Tell No Tales – 794 mió. dollarar