Tilvildarlig #Disneyland-mynd av Instagram

Disneyland mest avmyndað og taggað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 16:51

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Ferðing

Tað er hvørki Múlafossur í Gásadali ella kirkjan í Saksun, Geysir í Íslandi, Den lille Havfrue í Keypmannahavn ella Molly Malone í Dublin, Big Ben í London, La Sagrada Familia í Barcelona ella skeiva tornið í Pisa.

Tað hevur stóran týdning hjá okkum at avmynda løtuna, tá vit vitja eitt av heimsins ferðamannamálum, og so leggja myndina út á sosialu miðlarnar. Best umtóktur til júst slíkar ’sjálfar’ er Instagram.

Instagram kunnger leypandi hvørji mál eru mest fotograferað við at telja tey sonevndu geo-taggini og listin avdúkar, at tað er Disney, sum er tann best umtókti av øllum, tá tað kemur til at taka ’sjálfar’.

Heili fýra Disney-stuttleikalundir eru millum tey 10 mest fotograferaðu støðini á nýggjasta topp 10-listanum. Listin sær soleiðis út:

1. Disneyland, Anaheim, USA
2. Times Square, New York City, USA
3. Central Park, New York City, USA
4. Eifeltornið, Paris, Frakland
5. Disneyland, Tokyo, Japan
6. Disney’s Magic Kingdom, Orlando, USA
7. Louvre listasavnið, Paris, Frakland
8. Brooklyn Bridge, Brooklyn, USA
9. Disney California Adventure Park, Anaheim, USA
10. Las Vegas Strip, Las Vegas, USA

Tøl verða ikki sett á hvussu ofta hesi ferðamannamál eru avmyndað og taggað. Orsøkin til at so nógv støð í USA eru á listanum er helst orsaka av, at nógv flestu brúkarar av Instagram eru amerikanarar, skrivar jp.dk