Dixie Cup gevur reiðfólkum øðrvísi avbjóðingar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

18.03.2017 - 20:24

Ítróttur > Ítróttur > Ríðing

Árliga Dixie Cup kappingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í dag í Reiðhøllini hjá felagnum í Havnardali. 

Dixie Cup er kapping har dystast verður í millum annað lop um bummar, tunnurace og aðrar greinar sum skifta nakað ár um ár. Hetta gevur reiðfólkunum spennandi avbjóðingar tey ikki eru von við. Kappingin er uppá tíð, tí ræður um at ríða skjótt, men fyri hvønn feil ross og reiðfólk gera á leiðini, fá tey eyka sekund uppá klokkuna.

Hjá teimum ungu vann Elisabeth Niclasen á hestinum Framherja. Tey bæði gjørdi bart og vunnu báðar greinarnar kappast var í. Sostatt vóru tey sjálvsagt eisini samlaðir vinnarir ung.

Størri spenningur var hjá teimum vaksnu. Godtfred Joensen og Prins vunnu fyrru greinina, ið var spring, men av tí at Kristfríð D. Jakobsen og Verandi, vunnu seinni greinuna, Geronimo, ið umfatar bogaskjóting og ringríðing var spenningur um samlaða støðuna - Endaliga úrslitið var tó at Godtfred Joensen og Prins endurtóku sigurin frá seinasta ár.

(Innsent av Føroya Ríðingafelag)