(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

Djóradagar 2018 verða komandi vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

23.05.2018 - 09:05

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Komandi vikuskifti verður Havnardalur aftur karmur um árligu Djóradagarnar hjá Føroya Ríðingarfelag.

Brandur í Dali, formaður í felagnum, sigur, at seinastu árini hava verið væl yvir 5000 vitjandi á økinum, tá Djóradagar eru á skrá. Hetta krevur nógv av felagnum, og í fjør vóru yvir 100 fólk við til at skipa fyri tiltakinum.

Djóradagar verður nevnt av nógvum sum Føroya hugnaligasta familjutiltak. Orsøkin er helst, at hetta er eitt tiltak, ið burturav er ætlað børnum og barnsligum sálum. Nógv børn og vaksin nýta høvið á hvørjum ári at vitja djórini í hugnaliga umhvørvinum í Havnardali. Brandur í Dali sigur, at felagið hevur øll árini gjørt sær ómak at varðveita tiltakið á einum støði, har hugnin, tað óformella og lágir prísir telja meira enn løtuvinningur.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at djór eru bæði inni í fjósum og úti í girðingunum, har rossini vanliga ganga. Felagið hevur djór av alskyns slag at vísa teimum vitjandi, líka frá heimalombum, dunnuungum til fasanar, fjallaneyt og lama. Afturat hesum er eisini møguleiki hjá børnum at royna hoppiborgir, sleppa á rossabak og ymiskt annað.

Økið letur upp leygardagin 26. mai kl 14:00 og er opið til sunnudagin 27. mai frá 14:00-18:00.