Hetta beinpettið sat fast í kjaftinum á hundi (Mynd: Djóralæknastovan)

Djóralæknastovan ávarar: Hundar mugu ikki eta bein



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

09.02.2018 - 17:12

Tíðindi >

Gevið bert hundinum bein, sum eru gjørd til hundar, sigur Djóralæknastovan í skrivi. Nógvir hundaeigarir geva hundum sínum bein at gnaga á uttan at kenna til teir skaðar, bein kunnu geva:

- Hundurin á myndunum hevði fingið bein, og her kundi tað gingið galið. Hundurin hevði gnagað beinið sundur. Tað bar tíverri við sær, at eitt petti av beini setti seg fast í kjálkan á hundinum. Hundurin hevði stóra pínu og fekk bruna í sárið. Tíbetur fingu vit hjálpt hundinum og fingu lættliga beinið úr, tá hundurin varð doyvdur.

Djóralæknastovan vísir á, at vandar við at geva hundum bein kunnu m.a. vera hesir:

- Tað kann elva til forstoppilsi. Onkuntíð er tað so ringt, at tørvur kann verða á at leggja hundin undir skurð og skera bein úr.

- Tað kann gera stóran skaða á vælindi, maga og tarm.

- Kann gera skaða á tenn og kjaftin annars.

Djóralæknastovan leggur afturat, at eini góð ráð eru einans at geva hundinum okkurt at gnaga á, sum er so mikið stórt, at hundurin ikki fær etið tað.