DM í kappróðri á Sorø sjógvi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Innsent

08.09.2017 - 12:43

Mentan > Tíðindi > Danmark

Leygardagin verður danmarksmeistaraskapurin í kapprógving í føroyskum 6-mannaførum avgjrdur.

Hetta hendir á tiltaki, sum Føroyskt Felag í Vestursælandi skipar fyri.

Bergur Jacobsen, fyrrverandi prestur í føroysku samkomuni í Keypmannahavn, setir stevnuna og undir sjálvum kappróðrinum verður Heini Davidsen frásøgumaður.

Eftir steypahandanina verður døgurði við knettum borðreiddur og eftir tað verður danskur við dansiorkestri mannað við føroyingum, eisini verður harmonikudansur og farið verður upp á gólv.