(Mynd: mbl.is / Eggert Jóhannesson)

DNA-prógv fríkendu annan fongslaða grønlendingin

Ingi Samuelsen

22.08.2017 - 11:04

Tíðindi > Ísland

Tað vóru DNA-sporini, sum vóru orsøkin til, at annar av teimum handtiknu í drápsmálinum varð leyslatin og reinsaður fyri illgruna eftir at hava sitið í varðhaldi í tvær vikur.

Hesa vikuna er rættarfundur í Hafnarfirði í stóra málinum, har ein grønlendskur maður av trolaranum Polar Nanoq er ákærdur fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir.

Undir rættarfundinum hevur Leifur Halldórsson frá løgregluni í Reykjavík greitt frá, at tey ikki funnu DNA-spor frá Birnu á klæðunum hjá tí, ið varð leyslatin, men hinvegin á klæðunum hjá tí 30 ára gamla manninum, sum nú ser ákærdur.

Eisini vóru vakmyndaupptøkur, ið vístu, at leyslatni maðurin fór umborð á Polar Nanoq eftir at hann var farin úr reyða Kia-bilinum, sum grønlendingarnir koyrdu runt í, skrivar Sermitsiaq frá Iceland Monitor/Morgunblaðnum.

Maðurin, sum sat í varðhaldi í tvær, vitnaði í gjár í rættinum, har hann greiddi frá, at hann var drukkin ta lagnutungu náttina.

Kanningin av líkinum av Birnu Brjánsdóttir vísti, at hon fleiri ferðir er sligin í høvdið. Bæði nøsin og kjálkabeinið eru brotin, og hon hevði eisini merki á hálsinum, sum um onkur hevði tikið kvørkratak um hana.

Líkskoðanin vísti eisini, at hon var á lívi, tá hon varð tveitt á sjógv.

Uppáhaldið hjá íslendsku løgregluni er, at hin 30 ára gamli henda leygarmorgunin koyrdi út til strondina sunnan fyri Reykjavík og tveitti kvinnuna í havið. Í tíðarskeiðinum millum klokkan 7 og klokkan 11 er reyði Kia bilurin ikki at síggja á nøkrum vakmyndatóli.