Mynd: Jens Kr. Vang

Dømdur fyri blygdanarskemd - men fer at kæra

Redaktion

16.02.2017 - 16:44

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Í sambandi við, at Føroya Rættur í dag dømdi kommunulæknan, sum hevur verið undir ákæru fyri at hava gjørt seg kynsliga inná fleiri kvinnur, eina treytaleysa fongsulsrevsing uppá hálvtannað ár, helt verjin hjá honum, Bjørn á Heygum fyri við Kringvarpið í dag í kjalarvørrinum av hesum dóminum, at hann fer at kæra dómin.

- Hansara áskoðan er, at hann er ósekur. Tá hann so fær ein so harðan dóm, hálvtannað ár, er tað álvarsligt. Tí hann metir seg í fyrsta lagi vera ósekan, og í øðrum lagi er revsingin ov hørð.

- Við vón um frídøming fer hann tí at kæra, segði Bjørn á Heygum, advokatur, í hesum sambandi.

Hendingarnar, sum kommunulæknin er dømdur sekur í, fóru fram í læknaviðtaluni í Gundadali, læknaviðtaluni hjá einum kommunulækna í Berjabrekku, læknaviðtaluni í Runavík, læknaviðtaluni í Fuglafirði og á kommunulæknavaktini hjá Landssjúkrahúsinum í Havn.

Rætturin helt í øllum teimum níggju førunum fyri, sum hann varð funnin sekur í, at hann hevði framt blygdanarskemd mótvegis kvinnunum. Hetta verður á donskum kallað ”blufærdighedskrænkelse”.

Í tí eina førinum varð hann, umframt at verða dømdur fyri blygdanarskemd, eisini dømdur fyri brot á grein 224 í revsilógini, sum snýr seg um aðra kynsliga samveru enn samlegu.

Í hesum førinum vísti rætturin millum annað á, at hendan kvinnan, ið hann skal hava gjørt seg inn á, ”var i chock, da hun forlod konsultationen”.

Viðvíkjandi dóminum um endurgjald, har ið kommunulæknin varð dømdur at rinda meira enn 100.000 krónur í endurgjaldi, fordeildar til tær níggju kvinnurnar, helt rætturin fyri hesum viðvíkjandi, at...

- Retten har ved fastsættelsen af godtgørelse for tort lagt vægt på, hvad der efter retspraksis sædvanligvis tilkendes i erstatning for lovovertrædelserne. Retten har endvidere lagt vægt på forholdenes grovhed og ydmygende karakter. Retten har for så vidt angår H og G tilkendt erstatning for dokumenterede udgifter til psykologbehandlinger.

Kommunulæknin hevur eisini mist rættin at virka sum kommunulækni í fyribils óásetta tíð. Henda sannroynd hevði við sær, at rætturin ”i formildende retning” ásetti, at treytaleysa fongsulsrevsing hansara ikki skuldi vera longur enn 18 mánaðir.

Hjá einum av teimum trimum kvinnunum, sum kommunulæknin ikki varð dømdur sekur fyri at hava gjørt seg inná kynsliga, var málið, sambært dómaranum í Føroya Rætti, fyrnað.

Hjá hinum báðum kvinnunum, sum kommunulæknin ikki varð dømdur fyri at hava gjørt seg inná kynsliga, fekst ikki nærri grundgeving frá rættinum í dómsavgerðini um, hví rætturin ikki gav teimum viðhald í hesum máli.