Oscar Pistorius í rættarsalinum í 2016 (Mynd: EPA)

Dómurin hjá Blade Runner tvífaldaður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.11.2017 - 19:27

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Fyrrverandi olympiski og paralympiski rennarin, Oscar Pistorius, er dømdur at sita í fongsli í 13 ár og 5 mánaðir fyri morðið á unnustu hansara, Reeva Steenkamp. Rætturin í Suður Afrika hevur meiri enn tvífalda upprunaliga dómin.

Blade Runner, sum hann eisini verður kallaður, drap unnustu sína heima hjá sær sjálvum á Valentine’s degnum 2013. Rætturin metti, at uppruna dómurin frá 2016 var ov linur, og hevur tí nú hert dómin, skrivar CNN.

Tá rættarsakin móti Pistorius var í gongd, segði hann, at hann helt unnustuna verða ein tjóð, sum hevði brotið seg inn á vesi. Hann skeyt tí fýra skot á vesihurðina, sum drupu Steenkamp.

Ákæruvaldið trúði ikki forkláringini hjá Pistorius, og segði at tað var við vilja, eftir at tey bæði høvdu skeldast.

Rætturin sigur, at Pistorius ikki hevur megna at forklára hví hann lat fýra skot av, og at hann heldur ikki vísti á nakran hátt, at hann angraði sína gerð.