(Mynd: EPA)

Donald Trump: - Hetta er nýggja amerikanska løtan

Ingi Samuelsen

31.01.2018 - 07:06

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Heimsins eygu vóru í nátt vend móti amerikanska forsetanum, sum helt sína fyrstu ”State of the Union”-røðu. Donald Trump byrjaði røðuna við at tosa um avbjóðingarnar, sum USA hevur staðið fyri í árinum, ið er farið, serliga skottilburðin í Las Vegas og ódnina ’Harvey’.

Hann tosaði eisini um kend evni, so sum tilflyting, skattalætta og stríðið móti yvirgangi. Forsetin heitti á amerikanskar politikarar um at samstarva fyri at bøta um amerikanska undirstøðukervið og tilflytarapollitikkin.

- Eg rætti út hondina fyri at samstarva við limir frá báðum flokkum – Demokratum og Republikanarum – fyri at verja okkara borgarar, líkamikið bakgrund, húðalit ella trúgv, segði Trump.

- Tað er ikki nóg mikið at savnast, tá vanlukkur raka. Eg biði um at vi skúgva okkara ósemjur til viks og finna fram til eitt felags grundarlag og tann felagsskap, okkum tørvar, fyri at tæna fólkinum, ið hevur valt okkum.

Fleiri ferðir varð Trump avbrotin av standandi lógvabrestum frá floksfeløgum sínum, meðan demokratarnir vórðu sitandi. Eisini Trump sjálvur klappaði fleiri ferðir undir røðuni, skrivar NRK.

- Hetta er nýggja amerikanska løtan. Tað hevur ongantíð verið ein betri løta til at fara undir at liva amerikanska dreymin. Saman kunnu vit náa alt, segði Trump í røðuni.

Frammanundan hevði talskvinnan í Hvítu Húsunum, Sarah Sanders, ávarað um, at Trump fór at tosa um sterka amerikanska búskapin, har allir pílar framhaldandi peika uppeftir.

Eisini skattanýskipanin, sum Republikanararnir fingu ígjøgnum í heyst, og sum tey lova skal geva enn størri vøkstur og fleiri nýggj arbeiðspláss, gjørdist ein partur av røðuni.

- Júst sum eg lovaði amerikanska fólkinum frá hesum palli fyri ellivu mánaðum síðani, hava vit samtykt størstu skattalættarnir og nýskipanirnar í amerikanskari søgu, segði Trump.

Trump endurtók sína misnøgd yvir iransku kjarnorkuavtaluna og um óttan fyri kjarnorkuætlanini hjá Norðurkorea. Eisini boðaði hann frá, at USA fer at endurnýggja síni egnu kjarnorkuvápn.

- Vit mugu endurbyggja okkara vápnagoymslur. Við vón um, at tær aldri koma í nýtslu, gera tær so sterkar og valdsmiklar, at ongin torir at bjóða teimum av.

Undir røðuni í fjør høvdu kvinnurnar úr demokratiska flokkinum latið seg í hvít klæði fyri at stuðla rættindunum hjá kvinnum – og fyri at mótmæla kvinnuáskoðanini hjá Trump. Í ár vóru tær í svørtum í samkenslu við ”metoo-herferðina, sum eisini hevur rakt amerikansku kongressina. Fleiri mannligir politikarar, hava verið trýstir til at taka seg aftur orsaka av ósømiligum atburði. Trump viðgjørdi ikki hetta fyribrigdi í røðu síni um støðu ríkisins.