Donald Trump vil privatisera altjóða rúmdarstøðina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.02.2018 - 12:25

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Í nýggjum fíggjarlógaruppskoti mæla Hvítu Húsini til, at altjóða rúmdarstøðin verður privatisera í 2024, og at Nasa tekur seg úr verkætlanini.

Donald Trump heldur, at tað eigur at verða upp til privatar fyritøkur, at brúka royndarstovurnar á rúmdarstøðini til at royna framleiðslu, ástøðir og líknandi, í einum serligum umhvørvi. Men tær skulu eisini gjalda fyri viðlíkahaldinum av rúmdarstøðini.

Uppskotið skal tó góðkennast í kongressini, og har fer tað allarhelst at fáa stóra mótstøðu. Ted Cruz, sum er leiðarin av rúmdarnevndini í senatinum, segði í síðstu viku, at ein skal verða rættiliga tollutur, um ein ætlar at steðga stuðlinum til altjóða rúmdarsstøðina, tá ein longu hevur lagt fleiri milliardir í hana.

- Eitt av tí býttasta ein kann gera, er at niðurleggja eitt programm, eftir at hava lagt fleiri milliardir í tað, tá tað enn er so nógv, ein kann brúka tað til, segði Ted Cruz sambært The New York Times.

Og skuldi tað eydnast forsetanum at sannføra kongressina, so er ISS ikki bert ogn hjá USA, men eitt altjóða samstarv millum USA, Russland, Japan, Kanada og evropeiska rúmdarstovnin ESA, sum hevur 20 evropeisk limalond.



beint nú