(Mynd: Tróndur Dalsgarð fyri Journalisten.dk)

Donsk grein um stríðið í Sortudíki

Ari av Rana

05.02.2018 - 14:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Danski miðilin Journalisten hevur í dag stóra grein á síni heimasíðu, um stríðið millum Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, og Johnny í Grótinum, stjóra í Kringvarpinum.

“Færøsk infight – nyhedschef fyret af direktøren for det nationale tv og radio” eitur greinin, sum roynir at lýsa stríðið millum tveir av valdmiklastu persónunum í føroyska samfelagnum.

Greinin sigur m.a. at stjórin í Kringvarpinum koyrdi tíðindaleiðaran fyri at verða illoyal, men at tíðindaleiðarin heldur, at hon gjørdi rætt at handla uppá illgrunan um at stjórin var ógegnigur.

Les greinina her.