Savnsmynd (JN.fo)

Donsk kvinna breyt fótin við Trælanípuna - Tyrlan boðsend



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.04.2018 - 06:13

Tíðindi >

Um 14 tíðina seinnapartin Í gjár fekk MRCC eina fráboðan um, at ein kvinna var komin illa fyri. Talan var um eitt danskt par, ið var farið gangandi út móti Bøsdalafossi. 

Kvinnan fekk ikki gingið, tí hon hevði fingið ein skaða í fótin og hevði allarhelst brotið okkurt, og tí vórðu boð send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi.

Tyrlan var í rutu á veg vestur, so tað var skjótt, at hon fekk tikið parið upp. Tey vórðu flutt á flogvøllin.