Donsk luttøka í Intersport Summar Cup 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

27.02.2018 - 23:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri einari tíð síðani kundi vit kunngera, at norska felagið Sportsklubben Haugar fer at luttaka við tveimum liðum í kappingini hjá U15 dreingjum í Intersport Summar Cup.

Nú er endaliga staðfest, at vit eisini fáa danska vitjan í summar, tí U12 genturnar hjá Herfølge Boldklub fara luttaka í Føroya størsta fótbóltstiltakið, Intersport Summar Cup 2018.

Flestu føroyingar minnast allarhelst best Herfølge Boldklub sum felagið, ið Jákup Mikkelsen vann Superliga'ina við í 2000.

- Vit fegnast um, at enn eitt útlenskt felag kemur til Føroyar í summar og meta vit, at hetta er við til at gera tiltakið enn betur hjá øllum teimum føroysku liðinum, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari.

Kappingin hjá U11, U13 og U15 verður í summar skipa yvir tveir dagar. Tá kappingin verður yvir tveir dagar verður møguleiki hjá liðinum at gista í einum skúla í Tórshavn.

Stóra fótbóltsvikuskiftið verður 7. og 8. juli 2018.