Donsku hermenninir komnir úr Afganistan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Erla Berghamar

13.08.2013 - 15:30

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í morgun eru seinastu donsku hermenninir úr liði 15 lendir í Kastrup eftir seinkingar í fleiri dagar.

Flogfarið við teimum meir enn 100 donsku hermonnunum setti seg í Kastrup kl. 9.23 danska tíð. Hundraðtals avvarðandi vóru á flogvøllinum at taka ímóti afturkomnu hermonnunum, skriva donsk bløð í morgun.

Hetta flogfarið var tað sætta og seinasta við teimum úti við 700 donsku hermonnunum úr herliði 15, sum nú allir eru heimkomnir úr Afganistan, har danir hava havt hermenn í seks ár.

Heimferðin hjá seinastu donsku hermonnunum hevur verið útsett fleiri ferðir. Millum annað varð hon forðað av Eid haldinum við endan á ramadan føstumánaðinum.

Framvegis eru danskir hermenn í Camp Bastian í Afganistan. 275 danir á herliði 16 skulu eftir ætlan verða í Afganistan til næsta ár. Teirra uppgáva er millum annað at taka legurnar niður.


(Mynd: Liselotte Sabroe/Scanpix © DR Nyheder)