Mynd: EPA

Donsku miðlarnir: Ynskibólkur!



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

01.12.2017 - 18:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Danskir miðlar eru sera væl nøgdir við lutakastið til HM endaspælið í Russlandi í 2018. Danmark eru í bólki við Fraklandi, Peru og Avstralia.

Danskarar eru neyvan glaðir um at spæla ímóti Fraklandi, men Peru og Avstralia eru nærum ynskimótstøða.

- Vit skulu verða nøgdir við HM bólkin. Tað verður óvanliga spennandi, og vit skulu fyrihalda okkum til hendan bólkin á sama hátt, sum vit fyrihildu okkum til HM undanbólkin, sigur Simon Kjær, liðskiparin á danska landsliðnum, við Politiken.

Danmark spælir fyrsta dystin 16. juni móti Peru. Síðani spæla teir ímóti Avstralia, áðrenn teir endað við dysti ímóti Fraklandi.

Dystarskráin merkir, at Danmark við eitt sindur av eydnu, møguliga longu eru víðari í kappingini, áðrenn teir skulu spæla ímóti fronsku stjørnunum.