Ruth (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Donsku skipini rokast eftir nebbasild



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

18.05.2017 - 12:13

> Tíðindi > Danmark

Donsku uppsjóvarskipini, sum royna eftir nebbasild, hava rokfiskiskap í løtuni.

Vit tosaðu umborð á Asbjørn og Ruth í gjár og fingu upplýst, at skipini ávikavist landa í Skagen og hava sett kós móti Skagen at landa.

Skipini, sum hava fiskað nebbasild á Dogger Bank, landa veiðuna til FF Skagen.

Júst hvat Asbjørn, sum kom til Skagen í gjár hevur, vita vit ikki, men Ruth, sum verður inni seinnapartin í dag, hevur 3100 tons av nebbasild.

Tá skipini, sum bæði eru mannað við føroyingum hava landað, verður farið aftur til fiskiskap eftir nebbasild.