Katrina Dawson til vinstru, Tori Johnson til høgru. Mynd: ABC News.

Avstralia: Doyði tá hann royndi at bjarga kundunum

Hallur av Rana

16.12.2014 - 15:35

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Tá Man Haron Monis hevði hildið kundar og starvsfólk í eini kaffistovu sum gíslar í sekstan tímar, royndi hann at flyta gíslarnar úr einum enda á kaffistovuni yvir í hin. Undir hesi royndini megnaðu fimm av gíslunum at taka til rýmingar.

Í hurlivasanum, sá eigarin í kaffistovuni, 34 ára gamli Tori Johnson, sín møguleika at bjarga sínum kundum við at loypa á Monis.

Tað kostaði honum lívið.

Monis skeyt eigaran, ið seinni doyði av skaðanum.

Men løgreglufólkini hoyrdi skotini, og mátti tískil alt fyri eitt taka seg inn í kaffistovuna, segði talsmaðurin fyri løgregluna, Andrew P. Scipione á einum tíðindafundi í gjárkvøldið.

Tá avtornaði hevði Monis tikið lívið av tveimum gíslum, eigaranum í kaffistovuni og eini mammu at trimum smábørnum, 38 ára gomlu Katrina Dawson.

Katrina varð skotin, tá hon kastaði seg yvir sína vinkonu, ið drápsmaðurin ætlaði at skjóta. Vinkonan var uppá vegin. Harvið lat hon lív fyri at bjarga lívinum hjá vinkonu sínari og hennara barni.