Danska Melodi Grand Prix 2013 (Mynd: EPA)

DR: Broyting í Melodi Grand Prix



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

21.01.2018 - 15:00

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Danska Melodi Grand Prix verður í ár øðrvísi, enn tað hevur verið í fleiri ár. Hetta skrivar dr.dk.

DR hevur avgjørt, at áskoðararnir síggja ikki sangararnar, fyrr enn teir koma á pallin. Fyrr hevur verið ein stuttur filmur undan framførsluni, har sangarin verður presenteraður. Í staðin fyri filmin, verður ein samrøða gjørd við sangaran beint eftir, at hann er komin av pallinum aftur.

DR skrivar, at tey ynskja at gera sendingina betri fyri hvørt ár, og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at stuttir filmar ikki verða vístir undan framførslunum.

Hetta verður gjørt, fyri at tey, sum hyggja, skulu koma enn nærri sangarunum í stóru løtuni. Áskoðarin skal vita, hvat sangararnir føla og hoyra, hvat teir hugsa um sína egnu sangframførslu, sigur Jan Lagermand Lundme. Hetta fer at geva áskoðaranum eina øðrvísi uppliving, skrivar DR.