Chris Froome. Mynd: EPA

Dramatikkur á Tour de France - troðkan elvdi til samanstoyt

Steinar Patursson

14.07.2016 - 15:29

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Dramatikkur var í luftini, tá 12. teinur á Tour de France skuldi avgreiðast í dag.

Talan var um ein av hørðu teinunum - túrurin niðan á Mont Ventoux - men tá tað nærkaðist endanum hendi eitt óhapp, ið kostaði Chris Froome dýrt.

Sera nógv fólk varð komið saman at fylgja við súkklarunum seinasta strekkið, og fyriskipararnir høvdu ikki nóg gott tamarhald á fjøldini.

Endin gjørdist, at tað gjørdist alt ov tætt millum áskoðararnar, og sjónvarpssúklan fekk ikki koyrt ígjøgnum.

Fremstu súkklararnir rendu síðani í sjónvarpssúkluna, og tað gjørdist ein ordans proppur.

Súkklan hjá Froome oyðilegðist av samanstoytinum, og Froome hevði einki annað at gera enn at byrja at renna, til hann fekk eina nýggja súkklu.

Eina løtu seinni fekk Froome eina súkklu, men talan var ikki um eina súkklu hjá Team Sky, men aðra súkklu. Tað var sjónligt, at Froome hevði trupulleikar við pedalunum á nýggju súkkluni, og hann mátti løtu seinni seta hana frá sær.

Tástani fekk hann súkkluna, ið hann skuldi hava, og súkklaði síðani í mál.

Hendingin í dag hevur við sær, at Froome er nú á 6. plássi, 53 sekund eftir Adam Yates á fyrsta plássi.

Thomas de Gendt úr Belgia gjørdist fyrsti maður á teininum í dag.